So er aftur galið við nýggjum flogfari hjá Boeing

Sambært The Air Current er talan um ein feil í festinum millum motorarnar og veingirnar á spildurnýggja Boeing 777–9-flogfarinum.

 

Amerikanski framleiðarin av flogførum, Boeing, er aftur í trupulleikum við einum spildurnýggjum flogfari, Boeing 777–9.

 

Undir einari royndarflúgving við flogfarinum hevur flogfelagið sjálvt staðfest ein "bygnaðarligan feil", sum sagt verður.

 

Hetta veit tíðarritið, The Air Current, sum skrivar um flogferðslu, at siga.

 

Sambært tíðarritinum er talan um ein feil í festinum millum motorarnar og veingirnar á spildurnýggja Boeing 777–9-flogfarinum.

 

Boeing hevur í løtuni 481 bíleggingar av júst hesum flogfari.

 

Men, The Air Current veit at siga, at feilurin má rættast, áðrenn flogfarið yvirhøvur kann royndarflúgvast aftur og seljast.