So er alt við tað gamla aftur

So er aftur ósemja um, hvussu innkoyringarvegurin til Havnar skal gerast, júst sum tað hevur verið tey seinastu mongu árini.

Undanfarna býráð í Havn fekk ein enda á eini áralangari trætu við landsmyndugleikarnar um innkoyringarvegin til Havnar, men nú er líkt til, at nýggja býráðið og landsstýrismaðurin aftur eru ósamd.

 

Móti ársenda í fjør kunngjørdu Tórshavnar Býráð og Samferðslumálaráðið, at tey vóru vorðin samd um eina loysn viðvíkjandi innkoyringarvegnum til Havnar. Loysnin var, at landið skuldi rinda fyri innkoyringarvegin, meðan kommunan skuldi rinda fyri íbindingarvegirnar.

 

Fólkaflokkurin segði longu undir valstríðnum til býráðsvalið, at hendan loysnin ikki var nóg góð, tí hon ikki tók hædd fyri, hvussu ferðslan skuldi koma úr Hoyvík og yvir í vesturbýin. Tá nýggja býráðið so tók við, undir leiðslu av Anniku Olsen, gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hon boðaði frá, at býráðið umhugsaði at fara frá gamla uppskotinum og heldur gera ein tunnil av Hvítanesi til Krákugjáar ella Marknagil.

 

Í gjár boðaði Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Heðin Mortensen, tingmann og fyrrverandi borgarstjóra, tað vil siga, teir báðir, sum skrivaðu undir gomlu semjuna, frá, at tað er upp til Tórshavnar kommunu sjálva at gera av, um kommunan ynskir ein innkoyringarveg ella tunnil. Hann viðmerkir tó, at ein tunnil ikki fer at geva nakra spjaðing av ferðsluni, tí í tunnilin vera eingir íbindingarvegir.

 

Annika Olsen heldur lítið um svarið frá Henriki Old. Hon vísir fyrst á, at orsøkin til, at ongar tingingar hava verið millum nýggja býráðið og Samferðslumálaráðið er, at hóast kommunan fleiri ferðir hevur biðið um fund við Samferðslumálaráðið, hevur hon einki svar fingið frá ráðnum.

 

Annika Olsen vísir á, at eftir hennara tykki er gamla loysnin tann vánaligasta, tí hon heldur enn at spjaða ferðsluna økir um trýstið á Hvítanesvegin, Sundsvegin og Villingardalsvegin.

- Vit hava ikki læst okkum føst á eina endaliga loysn, men vilja bert tryggja okkum, at besta loysnin verður funnin. Tað má vera møguligt at fáa eina betri vegaloysn enn ta, sum fyriliggur. At brúka 220 mio til ein ringveg um Havnin til somu vegir at taka ímóti, er als ikki skilagott, tí hendan loysnin fordeilir onga ferðslu, sigur Annika Olsen.

 

Annika Olsen vísir á, at líka mikið hvørja loysn kommunan velur, so metir hon, at tað er landsmyndugleikarnir, sum skulu rinda fyri hann, tí innkomuvegurin, óansæð valdu loysnina, er ein landsuppgáva.

 

Líkt er tí til, at vit nú eru í somu støðu aftur, sum fyri hálvum ári síðani og tey seinastu mongu árini, at Tórshavnar Býráð og landsmyndugleikarnir aftur eru farin at keglast um innkoyringarvegin til Havnar. Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2020. Væntandi eru allir partar samdir um, at tá hevði verið gott, um innkoyringarvegurin og møguligar íbindingar vóru klárar at taka í brúk.