So er at loysa bátar til sigling

Tað er í dag ? leygardagin 9. mai ? at bátafestivalur er á Toftum. Bátar møta í Skálafirði klokkan 12.30 og seta kós móti Toftum klokkan 13.30 Í dag skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali, sum samstundis er ársins fyrsta summarstevna.

Tiltakið byrjar longu klokkan 12, tá hoppiborgir og rodeo-tarvur kunnu roynast á festivaløkinum.

Tað er eingin bátafestivalur uttan bátar, og her verður skipað so fyri, at bátar møta í Skálafirði klokkan 12.30, og ein tíma seinni verður kósin sett úteftir Skálafjørðinum og út á Toftir.

Fyri at fólk skulu kunna taka ímóti bátunum á Toftum eina ávísa klokkutíð, verður siglt inn í Oyrahavnina klokkan 15.

Eina løtu, áðrenn bátarnir leggja til bryggju, fara harmonikutónleikarar at spæla á økinum, og spælt verður eisini, tá bátarnir stevna inn í deksbátahavnina.

Bátafólk fáa feska suppu og annað leskandi í matstovuni hjá Faroe Seafood (Nyki), tá bátarnir eru bundnir við bryggju.

Úr skránni kunnu vit annars nevna, at pylsuvognur og sølumessa lata upp klokkan 14, og klokkan 15.15 letur matstova upp í tjaldinum.

Søla av festivalbúffum við grønmeti og sós byrjar klokkan 16, og tá fer Sámal Ravnsfjall eisini at undirhalda við tónleiki og sangi.

Klokkan 18 undirheldur Hallur Joensen við tónleikabólki, og klokkan 21 Martin Joensen.

Meksikansk uppboðssøla verður av skemtitekning klokkan 19.30, og hesaferð eru tað kendar kvinnur í kommununi, sum eru teknaðar og manna bát.

Stóra brakið á bátafestivalinum á Toftum verður stórdansur við contrykonginum, Halli Joensen og hansara bólki, sum byrja at spæla klokkan 23.

Á Toftum vóna tey, at nógv fólk koma til bygdar at vitja.