So er SÍ einsamalt

Mjølnir taptu næsta dystin á rað, og nú er tað SÍ, sum er best fyri í manskappingini

flogbóltur

Alt meira bendir á, at talan í ár verður um eina framúr spennandi manskapping í flogbólti. Eftir at Mjølnir fyrstu nógvu vikurnar tóktust vera fullkomuliga einaráðandi, komu teir niður á jørðina við tapinum fyri Fleyr seinasta vikuskifti, og leygardagin varð enn einaferð staðfest, at eingin skal taka nakað sum helst fyri givið hetta kappingarárið.
Hesaferð vitjaðu klaksvíkingarnir í Sørvági, og aðru ferð á rað mátti Mjølnir fara stigaleyst av vøllinum. Teir tóku annars fyrsta settið í sín part, men so setti SÍ ferð á. Í einum spennandi næsta setti fingu teir ta so týðandi sálarligu yvirvágina, og so gekk tað við fullari ferð. Tvær ferðir 25-18 staðfestu sigurin, sum altso sendi SÍ einsamalt í oddin.
Og umframt Mjølnir, so er Fleyr altso eisini partur av oddastríðnum. Fleyr vitjaði sunnudagin á Kambsdali, og tó at ÍF sprellaði nakað, so fekk Fleyr stigini. Tað mundi tó órógva, at fuglirðingarnir skuldu taka sær av næsta settinum, og í fjórða settinum var eisini um reppi, at Fleyr vórðu tvingaðir út í eitt seinasta sett. Men stigini gjørdust kortini nóg nógv, og við einum betri settmuni enn Mjølnir, hava havnarmenninir so lagt seg á næst ovasta sessin á stigatalvuni.
So er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út, tá Fleyr um eina viku vitjar í Sørvági. Tann dysturin fer at gera av, hvussu endastøðan í grundspælinum verður.