-Var tað veruliga al-Qada, sum legði bumburnar í Madrid, er tilburðurin uppaftur meiri álvarssamur, enn um tað var ETA, tíí so hevur al-Qaeda megnað at byrja eitt hermót í Evropa. Annars hevur felagsskapurin hildið seg til tann muslimska heimin síðani atsóknirnar at USA.
Tað sigur Barth Eide, sum er granskari á uttanríkispolitiska stovninum í Oslo. Hann heldur kortini, at tað er ov tíðliga at sleppa illgrunanum til baskiska tann felagsskapin.
-At onkur vil vera við, at tað var al-Qaeda, er ikki nakað endaligt prógv, men fáa teir sponsku myndugleikarnir prógv fyri, at tað var ikki ETA, so er støðan álvarssom, sigur Barth Eide við NTB.
Og hann heldur ikki, at tankin um al-Qaeda er so fjarur. Í hesum sambandi vísir hann á brævið frá Abu Hafs al-Maari-brigadunum, ljóðbond, sum eru funnin aftan á atsóknina hósmorgunin og sjálva atsóknina. Eisini vísir hann á, at al-Qaeda hevur fyrr roynt at fáa fótin fastan í Evropa, og at fleiri yvirgangsætlanir hjá felagsskapinum eru avdúkaðar og tí vorðnar av ongum. At Spania møguliga gjørdist tað fyrsta málið hevur uttan iva samband við spanska stuðulin til USA í krígnum við Irak, sigur norski granskarin.
-Bæði ETA og al-Qaeda kunnu hava hugsað sum so, at tað var rætt at skipa fyri einari atsókn beint upp undir spanska valið sunudagin, sigur Barth Eide.