So eydnaðist hjá sandoyingum

Fótbóltur: Niðurflytararnir B71 vunnu sín fyrsta sigur í 2. deild í ár

FÓTBÓLTUR: Tað er okkurt, sum bendir á, at sandoyingar smátt um smátt eru við at fóta sær, eftir at teir í fjør noyddust at flyta niður í 2. deild, og eftir at teir fyrr í ár í hampuliga góðari venjingarstøðu klossaðu plássið í bólkaspælinum í steypakappingini burtur.

Eftir tap í fyrsta umfari og javnleik í øðrum umfari eydnaðist teimum á útivølli í Runavík at vinna 2-0, og tað kann væl fara at vísa seg síðst í september, at B71 verður millum feløgini, ið fara at stríðast fyri at sleppa upp í 1. deild.

Onkrir, sum vóru við í fjør, eru farnir burturav, men blandingin við spælarum, sum hava verið við í nógv ár, t.d. Valdemar Novisci, Jógvan Jón Petersen, Rúni í Soylu, Jóan Petur Clementsen og Eli Hentze og ungum monnum, sum t.d. Kristian Nielsen, man fara at hilnast væl.

Hjá NSÍ vóru Abraham Hansen og Kári Sigvardsen á miðvøllinum, men tað tóktist sum nógvu broytingarnar, sum Trygvi Mortensen hevði verið noyddur at gera, tí spælarar vóru skaddir, gjørdi, at tað hekk ikki væl saman. At luturin hjá hesum liðnum verður at halda seg omanfyri strikuna, heldur enn at stríðast fyri heiðursmerkjum, er einki at ivast í.

Hjá B71 var Jónsvein Thomsen við aftur, eftir at hann alt síðani farið varð undir landskappingina hevur sitið uttanfyri við knæskaða. Tað kom væl við hjá B71, at Jónsvein var tøkur. Hann var fremsti maður í rættuliga verjukendari útgangsstøðu, og tað var hann, sum fekk bæði málini.

NSÍ, sum spældi nógv við longum bóltum, hevði bara ein málmøguleika. Hann fekk Sonni L. Petersen í 1. hálvleiki, men Valdemar Novisci bjargaði.

Sandoyingar, sum royndu at skipa eitt tvey samanspæl og viðhvørt megnaðu tað, høvdu fleiri møguleikar. Møguleikarnir spurdust fleiri ferðir, tá NSÍ misti í uppspælinum. Heimaliðið spældi við flatari verju, og mistøkini vóru dýr, tí í slíkum førum var uppbakkingin ikki serliga djúp. Eli Hentze, Kári Sørensen og Kristian Nielsen komu allir inn um verjuna, men Ólavur Højgaard í málinum og óneyvar royndir móti málinum vóru orsøkin til, at bara eitt mál kom í fyrra hálvleiki.

Tað málið stútaði Jónsvein Thomsen, eftir at Rúni í Soylu hevði lagt innfyri úr høgra borði.

Í 2. hálvleiki flutti NSÍ fólkið eitt vet longri fram í vónini um, at tað fór at eydnast teimum at javna, og eina løtu ? serliga eftir at teir eftir 55 minuttir vóru vorðnir undirmannaðir, tí vongverjin í vinstru, Búgvi Jacobsen, varð rikin av vølli fyri hevnisøk (tað vóru teir á heimaliðnum alt annað enn nøgdir við) ? trýstu teir eitt sindur.

Men í staðin vóru tað B71 og Jónsvein Thomsen, sum aftur vóru upp á spæl, eftir kiks í uppspælinum hjá heimaliðnum. Álopsmaðurin lobbaði upp um verjuspælara og sendi framvið málverjanum, tá hann noyddist at leypa út. Tá vóru 71 minuttir farnir, og so var greitt, hvar stigini fóru at enda.