So fór seinasta bardunin í búskapinum

335 milliónir krónur kostar sonevnda fíggjarlógarsemjan landskassanum. Minst. Bæði skattalætti og størsti útreiðsluvøkstur nakrantíð í Føroya søgu. Nú má ábyrgdarloysið støðgast!

Tjóðveldið hevur funnist at ábyrgdarleysa búskaparpolitikkinum hjá samgonguni síðani 2004. Hetta hevur verið skírt andstøðugrenj.

Men tá nýggju fíggjarmálarráðharri varð tilnevndur, segði hann júst tað sama, sum andstøðan hevði ført fram og vildi gera nakað munagott við støðuna. Og vit sóu ein glotta og ein møguleika at fáa semjur um ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk.

Men sjáldan er nakar vorðin so illa viðfarin og koppaður so runt, sum fíggjarmálaráðharrin, tá hann nú fekk sín umgang í samgongukarrusellini.

Eftir alt tos og meldingar um at tálma búskapin og støðga skattalættum, gjørdist úrslitið beint øvut:

Fíggjarlógarsemjan hjá breiðu samgonguni fyri árið 2008, tá samgongan annars hevur lagt frá sær, gjørdist hetta fantastiska úrslit:

 

Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár skulu hækka við 255 mió. kr. Hetta er størsti vøksturin nakrantíð í Føroya søgu, og tað kann bert hita búskapin enn meira, og setur spidaran í botn.

 

Skattalættin fyri 2008 verður framvegis 70 mió. kr. fyri landskassan og einar 10 milliónir krónur fyri kommunurnar. Tað er væl meira, enn avtalað varð í samgonguskjalinum og nett tað sama krónutalið, sum Bárður Nielsen upplýsti, tá skattalættin varð samtyktur. At so ein øking orsakað av metingum um búskaparvøkstrinum, broytir onki. Framvegis er talan um 70-80 mió. kr. fyri 2008, sum er tað talið, ið tingið higartil hevur fingið upplýst.

 

335 milliónir renna út

Tilsamans sendir hetta 335 mió. kr. meira í umfar í samfelagnum í 2008 í mun til í ár. Og hetta leggur samstundis eina økta kostnaðarbyrðu á landskassan uppá 335 mió. kr.

Til tess at fíggja nakað av hesum eksplosivu útreiðslum, er so avtalað at hækka avgjøld á sigarettir og søtmeti fyri einar 50 mió. kr. Tað er roynt fyrr, og gevur nakað av peningi inn. Men tað tálmar á ongan hátt búskapin ella nýtsluni. Og hesum er heldur ikki kalkulerað við, tí so høvdu inntøkur landskassans av sigarettum og søtmeti verðið mettar lægri, og tað eru tær ikki.

Sostatt er ongin tálming í hesi fíggjarlógarsemju yvirhøvur. Tvørturímóti. Nær eru nakrantíð sprændar 335 mió. kr. út bara frá landskassanum?

Legg harafturat, at útreiðslurnar hjá kommununum, sum fíggjarmálaráðharrin eisini vildi gera nakað við, eru eksploderaðar og fara at økjast enn meira í 2008.

 

Fjølmiðlar mugu siga fólki sannleikan

Skuldi samgongan ikki slitna, noyddist fíggjarmálaráðharrin at sleppa øllum og finna eina forkláring. Hann noyddist at royna at bluffa pressuna og almenningin til tess at fjala hetta ótruliga ábyrgdarloysi, sum onnur hava lagt á hansara herðar. Og tí tosar hann nú um eina tálming.í mun til ein mettan búskaparvøkstur í 2008.

Hetta er rein villleiðing og jonglering við mettum tølum. Tað svarar til at siga: Teir ætlaðu at fáa meg at keypa ein jakka fyri 3.000 kr., men eg helt als ikki, at eg hevði ráð til nakran jakka og ikki brúk fyri honum. At enda gekk eg við til ístaðin at keypa jakkan fyri 2.900 kr., – so nú havi eg spart 100 krónur!

Og um føroysku fjølmiðlarnir og óheftir búskaparfrøðingar ikki skoða ígjøgnum hetta, so hava vit ein sera, sera álvarsligan trupulleika í samfelagnum. Tá eru vit ongan veg komin síðani 80’ini.

 

Eg ein lítlan, tú ein stóran

Sannleikin er jú, at tað so vanliga gerðabýtið í føroyskum politikki, hevur endurtikið seg. Fólkaflokkurin fær sín skattalætta fyri eitt hægri krónutal, enn ætlað. Og javnaðarflokkurin sleppur at senda nakrar ballónir upp áðrenn valið, og seta nakrar pengar av her og der – sum eitt komandi Løgting skal taka avleiðingarnar av og taka upp eftir.

 

Frá at...

...fjølmiðlarnir dagliga hava boðað frá tiltøkum úr Fíggjarmálaráðnum til tess at tálma búskapin,...

...til samgongan á samgongufundi í august vrakaði øll uppskot hjá Magna Laksáfoss og skuldi ístaðin eitast at semjast um at tálma á rakstrinum hjá landskassanum,...

...og til í dag vit hava fingið kunngjørt eina semju um størsta vøksturin í landskassarakstrinum nakrantíð, meðan skattalættin framvegis er 70 mió. næsta ár,...

...er eitt so stórt glopp, at ongar buksur kunnu halda.

 

Mær tykir hjartaliga synd í Magna Laksáfoss, sum er vorðin so knúskaður til, at hann at enda bara mátti geva upp. Men at hann so kortini skal standa og verja ábyrgdarloysið og rossahandlarnar hjá sínum samgongufeløgum, er syndarligt.

 

Ongin fíggjarlóg, men skattalætti

Og heilt ovboðið verður tað, tá so Anfinn Kallsberg, hvørs flokkur hevur drigið Magna runt við nøsini, fer út og finst at semjuni hjá sínum egna flokki og skal látast at vilja rudda upp eftir Magna.

Fólkaflokkurin hevur fingið sín skattalætta, og enntá hægri enn vónað, tá samgongan varð skipað. Nú fer hann eisini at koyra spælið um fíggjarlógina herífrá, tá málið kemur í fíggjarnevndina.

Neyvan verður nøkur fíggjarlóg samtykt yvirhøvur, áðrenn valið skal útskrivast, men skattalættin stendur eftir.

Verður hetta ábyrgdarleysa spælið ikki støðgað sum skjótast og vit fáa eina aðra samgongu, so verður Laksáfoss ikki tann einasti, ið liggur eftirá.

Tað ger hinvegin føroyski búskapurin, og ætlanirnar um at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap.