Undan leygardegnum var OL-gullið einasta gullið, sum Marit Breivik vantaði í heiðursmerkjasavni sínum. Norski landsliðsvenjarin hevur sitið í sessinum síðani 1994, og nú hon fer frá komandi vár, hevur hon vunnið alt tað, sum vinnast kann. Samlaði listin telur nú eitt HM-gull, tvey EM-gull, eitt OL-gul, tvey HM-silvur, tvey EM-silvur, eina EM-bronsu og eina OL-bronsu.