Norski venjarin, Ståle Solbakken, sum førdi danska FC København í bólkaspælið í Champions League, er í dag koyrdur úr starvinum sum venjari hjá týska FC Køln.
Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Køln hevur havt eitt út av lagi vánaligt vár, og liggur í løtuni á einum plássi, har liðið skal spæla móti nummar trý í 2. Bundesliga um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Seinasta vikuskiftið tapti Køln á útivølli móti ikki serliga høgt metta Mainz 05 við heili 0-4, og tað hevur í dag fingið leiðsluna í felagnum at siga norska venjaranum úr starvi.
Tað eru bert fýra dystir eftir at týsku kappingini, og í hesum dystunum skal Frank Schaefer (myndin) standa á odda fyri liðinum