So gevst Piddi á Skúlatrøð

- Trúfesti og loyalitetur mugu sigast at vera millum mest týðandi eginleikar, ein embætismaður skal hava.

 

Seinnapartin í dag var fráfaringarløta fyri Símun Peturi (Pidda), sum takkar fyri seg í starvinum á Skúatrøð. Piddi byrjaði sum lærari í 1981 og tók við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum við Ósánna í 1990.

Seinastu árini hevur Piddi virkað sum 1. varaskúlastjóri.

Við fráfaringarløtuna handaði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, Símun Peturi eina gávu og takkaði honum fyri drúgva og trúgva tænastu.

Við høvið segði borgarstjórin eisini nøkur orð, og her byrjaði hann við regluni úr sanginum "Trúfastur altíð var maður ...”.  Soleiðis yrkir Rasmus Effersøe, og soleiðis ynskti borgarstjórin at byrja sína takkarrøðu.

- Vegna Klaksvíkar býráð vil eg bera tær eina heilsan og takka fyri væl úr hondum greitt arbeiði, har vit ikki koma uttan um at brúka orðini “trúfesti” og “loyalitet”. Eg havi sjálvur ikki so drúgva tíð enn í mínum starvi sum borgarstjóri, men persónliga havi eg bara gott at bera tær.

Karl Johansen segði, at hann eisini hevði spurt seg fyri í býráðshúsinum um mannin sum persón og sum skúlastjóra og skoðsmálini, hann fær, bera sterkar eginleikar við sær og so sanniliga eisini orðini "Trúfastur altíð var maður".

- Halgabók leggur eisini sera stóran dent á júst hesar eginleikar, tí sjálvur hin vísi Sálomo kongur sigur soleiðis í sínum orðatøkum: “Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?”

Karl Johansen vísti á, at trúfesti og loyalitetur mugu sigast at vera millum mest týðandi eginleikar, sum ein embætismaður skal hava, tí tá er hann at líta á, og tú veitst altíð, hvar tú hevur hann.

- Soleiðis kenna vit teg - og takk fyri tað, Piddi, segði borgarstjórin eitt nú, tá hann heilsaði og takkaði Símun Peturi - vanliga róptur Piddi - fyri hansara trúgvu og drúgvu tænastu fyri skúlarnar í Klaksvík.

Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - klaksvik.fo.