So glapp hjá VB

Í tíggjundu royndini eydnaðist tað kvinnuunum hjá VB at vinna sær stig. Og so er spurningurin um niðurflyting úr Sunset-deildini framvegis víðopin

Hondbóltur

Skriftin stóð við neon-stavum á vegginum undan dystinum. Hóast Sunset-kappingin bert er komin hálvan veg, so var kravið til VB púrasta treytaleyst, tá tær tóku móti VÍF, sum er næst niðast í Sunset-deildini.
VB hevði einki stig fingið í hinum níggju undanfarnu dystunum, og enn eitt tap móti VÍF vildi næstan við viussu borið við sær, at VB-liðið eisini var niðast á talvuni, tá stigini verða tald saman við kappingarlok.
Trýstið nervaði eisini VB fyrstu løtuna í Vági. Gestirnir fingu skjótt eitt hampuliga gott tak á dystinum, og størsta partin av fyrra hálvleiki var VÍF við yvirlutan.
Seionastu løtuna undan steðginum togaði VB seg tó framum, men eftir steðgin var gongdin júst tann sama. VÍF leyp eitt sindur avstað, og hóast heimaliðið svaraði aftur, so tóktist VÍF hava gjørt nóg nógv, tá tær við trimum málum á rað togaðu seg upp á 22-21.
Tað gjørdist tó VB, sum fekk seinasta orðið. Tvær ferðir í seinastu báðum minuttunum fekk VB brotskast, og í báðum førum var Theresa Joensen trygg, soleiðis at stigini vórðu verandi í Vági.
Stigini bera við sær, at VB nú er ájavnt VÍF í botnstríðnum. Enn resta tvær uppgerðir millum liðini, og helst verða tað hesar, sum verða avgerandi fyri, hvør parturin noyðist eina deild niður at spæla hondbólt næsta kappingarár.

Fakta um dystin
VB-VÍF 23-22 (13-13)
10 min: 3-5
20 min: 7-10
40 min: 15-18
50: 19-18
Málskjúttar
VB: Theresa Joensen 5(5), Sára Samuelsen 4, Una Egilsdóttir 4(1), Monika Samuelsen, Christina Holm 3, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1, Andrea Nielsen 1
VÍF: Heidi Joensen 6, Liljan Djurhuus 5(1), Halla Midjord 4, Agnas Olsen 2, Tóra Seloy 2, Kathrin Christophersen 1, Finngerð Jensen 1, Linda Davidsen 1
Brotskøst: VB 7, VÍF 5
Útvísingar: VB 7, VÍF 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen