Tey, sum vita eitt sindur um landalæru, munnu vita, at Mount Everest er 8.848 metrar høgt, og nú eru myndugleikarnir í Nepal og Kina vorðnir samdir um, at hetta er tann hæddin, sum er galdandi.
Tey bæði londini hava verið ósamd um, hvussu høgt heimsins hægsta fjall er. Í Nepal hava tey hildið uppá, at fjallið er 8.848 metrar høgt, meðan kinesarar hava sagt, at hæddin er 8.844 metrar.
Nú eru londini samd um, at var eingin kavi oman á tindinum, hevði Mount Everest verið 8.844 metrar, men at við kavanum er tað 8.848 metrar, og at hetta talið er tað almenna.