Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum veksur og lýggjari luft streymar yvir Føroyar av útsynningi. Seinni í vikuni fer ein kuldabrúgv framvið oyggjunum av vestri.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar, men í nátt verður meiri skýggjað. Hitin millum seks og níggju stig, um náttina niður í tvey stig.
Fríggjadagin og leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt, skýggjað og támut og hitin millum fimm og tíggju stig, um náttina niður í tvey stig.
Sunnudagin eitt lítið lot av útsynningi ella av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað ella í støðum mjørki. Hitin millum fimm og tíggju stig, um náttina niður í tvey stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi og landsynningi, undir 6 metrar um sekundið. Um náttina øtlar hann frá útsynningi og verður eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað ella í støðum mjørki. Hitin millum fýra og átta stig.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar til eitt stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið, men um náttina makar hann vindin aftur. Skýggjað og til tíðir regn. Hitin millum fimm og átta stig.