2. deild
Fyrstu fýra umførini í aðru deild hevur tað tókst, sum um fór tað bert at verða eitt lið, sum skuldi gera seg galdandi.
TB hevur ikki havt stórvegis trupulleikar fyrstu umførini, og tá teir leygardagin vitjaðu í Vágum, varð í mangar mátar roknað við, at teir eisini skuldu fáa fult her. Ikki minst tí FSV tykist fullkomuliga uppsteðgað, eftir rokið sum stóðst kring slitið í felagsliðnum.
Leygardagin merktist hetta tó ikki aftur á vøllinum, tí við tryggum 3-0 sigri syrgdi heimaliðið fyri, at spenningur aftur kom í kappingina.
Og hesum gjørdi Royn sær dælt av. Uppflytararnir frá í fjør høvdu vitjan av VB, og her gjørdist talan somuleiðis um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið, soleiðis at hvalbingarnir nú við fýra sigrum á rað hava eins nógv stig sum TB.
Triði 3-0 heimasigurin hetta umfarið kom í Leirvík, har B36 vitjaði. LÍF átti ongan sigur undan hesum umfarinum, men tað nullið varð væl og virðiliga strika burtur við greiða sigrinum, sum eisini lyfti leirvíkingar upp um niðurflytingarstrikuna.
Her eru klaksvíkingar nú staddir, eftir at teir heldur ikki fingu nakað við sær úr Sumba. Klaksvíkingar vóru tó leingi væl við í Sumba, men tað endaði alt við einum teprum heimasigri, soleiðis at Sumba slapp sær upp á níggju stig, og harvið framvegis er við í kappingini um tey stuttligu plássini.
Seinasti dysturin var á Argjum, har B71 mátti lúta 4-2 fyri AB. Argjamenn tykjast nú hava sett kósina uppeftir á stigatalvuni, og við tíggju stigum eru teir nú í hølunum á teimum báðum suðuroyarliðunum, sum fyri fyrst hava lagt seg á odda í deildini.
Úrslitini leygardagin:
Sumba-KÍ 2-1
FS Vágar-TB 3-0
LÍF-B36 3-0
AB-B71 4-2
Royn-VB 3-0