Guernsey: Endiliga kom ferð á við heiðursmerkjunum til Føroyar. Mikudagin fingu føroysku fimleikamenninir togað heili seks heiðursmerki í land í einstaklingakappingini, og fýra av teimum átti Helgi Winther Olsen.
Seinnapartin mikudagin varð einstaklingakappingin í fimleiki hjá monnum avgreidd. Tað gekk væl hjá føroysku monnunum, og komu fleiri yvirraskandi heiðursmerki, og eisini vóru nøkur vónbrotin andlit at síggja. Venjarin hjá føroyska fimleikalandsliðnum, Henrik Berthelsen, var tó ikki heilt nøgdur.
? Hetta var ikki tað, vit høvdu roknað við. Har vóru nøkur ljóspunkt, men eisini nakað, sum ikki koyrdi. Nakrir feilir vóru her og har, og tað var ikki ordiliga tað, segði Henrik Berthelsen eftir kappingina.
? Eg eri ikki heilt nøgdur við innsatsin, tí eg haldi, at ein eigur at klára at liva upp til væntanirnar, og tað haldi eg ikki, at tað ger í dag.
Vónbrot og gleði
Høgni R. Øster varð skaddur áðrenn kappingina, og var tí ikki við í liðkappingini mánadagin. Hann vildi spara seg til kappingina mikudagin, og var einasta kappingin hann luttók í í rekk.
Har gekk tað ikki heilt eftir ætlan. Úrslitið gjørdist 7,1 og var tað til eitt fjórða pláss.
? Tað gekk av hundanum til. Tað kiksaði bara. Hvat gekk galið, veit eg ikki, og tað gekk yvirhøvur ikki sum ætlað, segði ein vónbrotin og fámæltur Høgni R. Øster eftir kappingina.
? Nú er ikki nógv annað at gera enn at royna aftur um tvey ár.
Nøkur yvirraskandi úrslit vóru eisini á skránni mikudagin. Tórarin Holm Petersen fekk triðja plássi í barr, og fekk Gutti Harryson silvur í ringunum við einum úrsliti áljóðandi 8,1.
? Triðja pláss hevði eg als ikki væntað, segði Tórarin Holm Petersen eftir kappingina.
Toppskorarin hjá føroyingum var Helgi Winther Olsen, sum vann eina gull, tvær silvur og eina bronsu.