So kom Skeykfløgan

Eftir ein festival við nógvum kendum nøvnum, sleppa vit í kvøld at hoyra tað sum føroyskur tónleikur hevur at borðreiða við í 1997 - ikki bert live, men eisini á fløgu

Eftir ein festival við nógvum kendum nøvnum uttan úr heimi er leygarkvøldið føroyskt burturav. Tað er roynt fyrr á undanfarnum festivalum at enda við einum Føroyakvøldi, men hesaferð verða áhoyrararnir bodnir inn á eitt næstan ógranskað øki. Felags fyri hesi nøvnini er, at tey øll eru meira ella minni ung við framtíðini fyri sær - og kanska eisini eru framtíðin í føroyskum tónleiki.


Skeyk á fløgu

Sum rosinan í jazzpylsuni verður tað besta úr sangleikinum Skeyk framført í konsertsalinum. Skeyk fekk jú sera góð skoðsmál, tá hann bleiv framførdur í vár, og ivaleyst eru tað fleiri, sum kundu hugsað sær at sæð Skeyk aftur á palli. Men í dag kemur sjálv fløgan við sangunum út, og høvi verður eisni at ogna sær hana í Norðurlandahúsinum í kvøld. Løgini hevur Niclas Johannesen gjørt, orðini eigur Gunnar Hoydal og framleiðslustjóri er Jóhannus á Rógvu Joensen .