So nógv kostar tað fuglfirðingum at fáa drotningina á vitjan

Býráðið hevur nú samtykt at játta pengar til endamálið

Margretha drotning kemur til Føroya at vitja um slakar tvær vikur, ella í døgunum frá 14. til 19. juli. Hesa ferð skal hon ferðast í norðara parti í landinum og fríggjadagin 16. juli verður hon í Fuglafirði. Og har ætla tey at gera sítt til at geva henni ein minnligan dag í Fuglafirði. Endaliga skráin er ikki almenn enn, men í Fuglafirði hava tey roknað seg fram til, at drotningavitjanin fer at kosta kommununi slakar 500.000 krónur.

 

Og í gjárkvøld samtykti Fuglafjarðar Býráð einmælt at játta eina eykajáttan upp á 400.000 krónur til endamálið. Peningurin verður tikin av tí, kommunan eigur á bók. Tað, sum so manglar í, verður fíggjað av rakstrarútreiðslunum hjá kommununi, her er talan um asfaltering og annað.