So lækkar oljuprísurin aftur

Í dag hava bæði tey føroysku oljufeløgini lækkað prísirnar, sum enn eru væl hægri enn tá Russlan legði á Ukraina

 

Bæði oljufeløgini hava í dag skorið 25 oyru av bensinprísinum og 16 oyru av øllum hinum oljuprísunum.

Ein litur av bensini kostar nú 13,25 krónur. Ein litur av diesel kostar 12,29 og ein litur av gassolju kostar nú 11,55 krónur.

Prísirnir liggja framvegis væl oman fyri prísirnar, sum vóru tann dagin, tá Russland legði á Ukraina.

Tað er gassoljan, sum framvegis hækkað mest síðani 24. februar. Hon er í dag 28,3 prosent dýrari, enn hon var tann dagin. Bensinið er 14,8 prosent dýrari, og diesel er 26,2 prosent dýrari.

Oljan á heimsmarkanðinum er farin niður um prísin, sum var 24. februar, men sambært føroysku oljufeløgunum, so er tað ikki so einfalt, at tann prísbroytingin merkist alt fyri eitt í Føroyum. Men hetta er fjórða príslækkingin hjá føroysku oljufeløgunum síðani ólavsøku.