Forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Metta Frederiksen, hevur í næstan tríggjar viku samráðst um at skipa stjórn
Hóast tað er longri tíð enn miðal í nýggjari tíð, so er tað søguliga sæð ikki so leingi. Serliga Anker Jørgensen í 1975 og Poul Schlüther í 1988 móttu slíta í tí, fyra at kunna flyta inn í Forsætismálaráðið.
Tann longsta stjórnarskipðanin var í sambandi við valið í 1975 og tók 35 dagar.
Í kjalarvørrinum av tí sonvenda »jordskredsvalinum« í 1973 var tað trupult hjá Poul Hartling úr Vinstra at skipa stjórn, sjálvt um Vinstri hevði havt framgongd.
Eftir drúgvar royndir at skipa stjórn mátti hann gevast, og tað endaði við, at Anker Jørgensen skipaði eina minnilutastjórn.
Í 1988 tók tað 24 dagar at skipa stjórn. Valið var skrivað út vegna ósemju um uttanríkispolitikki, og tað stríðið gjørdi, at Poul Schlüther at enda fór í stjórn við Radikala Vinstra og Vinstar í staðin fyri Vinstra, CD og Kristiliga Fólkaflokkinum.
Les her, hvussu leingi tað gekst við tey ymsu valini síðani 1953 at skipa stjórn, og hvør gjørdist forsætismálaráðharri.
* Valið 5. juni 2019:
Í dag eru gingnir 20 dagar síðani valið. Enn er eingin stjórn skipað.
* Valið 18. juni 2015: 10 dagar.
- Lars Løkke Rasmussen (V).
* Valið 15. september 2011: 18 dagar.
- Helle Thorning-Schmidt (S).
* Valið 13. november 2007: 10 dagar.
- Anders Fogh Rasmussen (V).
* Valið 8. februar 2005: 10 dagar.
- Anders Fogh Rasmussen (V).
* Valið 20. november 2001: 7 dagar
- Anders Fogh Rasmussen (V).
* Valið 11. marts 1998: 12 dagar.
- Poul Nyrup Rasmussen (S).
* Valið 21. september 1994: 6 dagar.
- Poul Nyrup Rasmussen (S).
* Valið 12. december 1990: 6 dagar.
- Poul Schlüter (K).
* Valið 10. mai 1988: 24 dagar.
- Poul Schlüter (K).
* Valið 8. september 1987: 2 dagar.
- Poul Schlüter (K).
* Valið 8. desember 1981: 22 dagar.
- Anker Jørgensen (S).
* Valið 23. oktober 1979: 3 dagar.
- Anker Jørgensen (S)
* Valið 9. januar 1975: 35 dagar.
- Anker Jørgensen (S).
* Valið 4. desember 1973: 15 dagar.
- Poul Hartling (V).
* Valið 21. september 1971: 20 dagar.
- Jens-Otto Kragh (S).
* Valið 23. januar 1968: 10 dagar.
- Hilmar Baunsgaard (R).
* Valið 22. september 1964: 7 dagar.
- Jens-Otto Kragh (S).
* Valið 15. november 1960: 3 dagar.
- Viggo Kampmann (S).
* Valið 14. maj 1957: 13 dagar.
- H.C. Hansen (S).
* Valið 22. september 1953: 8 dagar.
- Hans Hedtoft (S).
Keldur: Folketingets hjemmeside og danmarkshistorien.dk fra Aarhus Universitet.
/ritzau/