Rolf Guttesen
Bjarti Mohr og Hanus Vang hava í Sosialinum (og Dimmu), 22.08.06, hvøss orð móti mær. Báðir halda, at eg fór ov vítt í viðmerking míni herfyri, har eg brúkti yvirskriftina: Meira saft og kraft í Jóannes Patursson. Ella: Hvat bagir Sosialinum.
Goyma og gloyma
Orðaskiftið bendir meira á, at tað eru núlivandi persónar, sum vilja goyma ella gloyma, hvat ið JP segði og skrivaði sum politikari. Bjarti hevur rætt í, at Tað ber ikki til at draga hann inn í dagsins tjak, uttan at fyrivarni verður tikið fyri hesum (Sum er, at JP livdi frá 1866-1946). Ein partur av hesum er so, at 1930-árini, sum flestu kunnugt, var ein tíð har fascisman (í Týsklandi nazisman) blómaði. Men&
Faktum er
Tað er eitt faktum at JP hevði Adolf Hoel (ein norskan nazist) sum gest og agitator í Føroyum.
Tað er eitt faktum, at JP skrivaði í Norsk Årbok, sum var fascistavinarligt tíðarrit.
Tað er ikki útspilling at nevna tað. Spillan kemur, tá hetta verður fortrongt.
Tað kann verða tí onkur í dag ikki spælir við reinum kortum, eg veit ikki?
Hanus meinar, at eg havi hunddálkað farin fólk. Tað er, sum longu ávíst, ikki so. Annars er lítil substansur í viðmerking Hanusar.
Sálmar og religión sum fendarar
Eg leggi tó merki til, at bæði Hanus og Bjarti tríva í sálmayrkingina hjá JP. Er tað ikki at degradera ein gamlan politikkara, at taka til hansara religiøsu verk, fyri at verja hansara politisku meiningar?
Eg taki tó móti góðynskjum Hanusar: Góðan betring, og sigi: í líka máta.
Og somuleiðis eri eg samsintur við Bjarta: Onki menniskja er fullkomið.
***d