So nógv atgongumerki eru seld

Tað gongur væl at selja atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið leygardagin.

Nú eru bara fáir dagar til stóra steypafinalutiltakið á Tórsvølli, og leygardagin bresta mansliðini hjá KÍ og Víkingí saman í einum braki av einari steypafinalu.


Nógv fólk kunnu væntast at vera til dystin, tí Fótbóltssamband Føroya skrivar í dag á heimasíðu sínari, at tað higartil eru seld umleið 3000 atgongumerki.


Allar finalur verða stroymaðar beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF, meðan finalan um Løgmanssteypið verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum


Skráin fyri steypafinalurnar 2016:



Fríggjadagin 26. august

Dystur

Klokkan

Th. Dam Intersport Steypið / Dr. U18

NSÍ - HB

19:00




Leygardagin 27. august

Dystur

Klokkan

Cadbury Steypið / Dreingir U14

B71 - HB

10:00

Eilif Arge Steypið / Gentur U14

EB/Streymur - B36

12:15

Blaðberasteypið / Dreingir U16

HB - NSÍ

14:30

Løgmanssteypið

KÍ - Víkingur

18:00




Fríggjadagin 2. september

Dystur

Klokkan

Mótasteypið / Gentur U17

KÍ - B36

19:00




Leygardagin 3. september

Dystur

Klokkan

Finalan hjá kvinnum

HB - KÍ

18:00