Sosialurin hevur fleiri ferðir víst á serliga lukrativu lønarviðurskiftini hjá politikarum, sum serliga hava gjørt sær dælt á pensjónsøkinum.
Hetta førdi til, at Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmaður legði uppskot fyri tingið um at broyta lukrativu pensjónsviðurskifitni hjá landsstýrisfólki, sum varð samtykt í seinasta valskeiði.
Tað var ein lærari, sum í útvarpinum um dagarnar gjørdi vart við, at um politikararnir veruliga meina nakað um snakkið um at javna lønirnar, at so áttu teir at byrja við sínum egnu lønarviðurskiftum – við at javna av sínum egnu skattafríu ágóðum og heilt serliga góðu pensjónini.
Síðani Sosialurin í heyst viðgjørdi pensjósviðurskiftini hjá løgtingsfólki, hevur Løgtingið lagt út kunningarskiv á heimasíðuna hjá Løgtinginum og almannakunngjørt løn og pensjónsviðurskifti hjá løgtingsfólki.
– Nú so nógv hevur verið skrivað seinastu tíðina um lønir og eftirlønir hjá tingmonnum, og samsvarandi nógvir spurningar eru settir umsitingini um hetta sama frá tingmonnum, skal hervið verða kunnað generelt um skipanina, skrivar Løgtingið:
»Løgtingsmenn fáa eina mánaðarløn, ið er 38.585,22 kr. Harumframt fáa allir 2.000,00 kr. skattafrítt, ið er eitt kostnaðarískoyti til ymsar útreiðslur, sum kunnu standast av arbeiðinum sum tingmaður.
Tingmenn fáa eisini eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald fyri flutning millum heimstað og Løgtingið í 100 dagar um árið. Tingmenn fáa í tímapeningi 150 kr. pr. dag í 100 dagar um árið, tó fáa tingmenn úr Suðuroy 250 kr. pr. dag. Hesi endurgjøld fáa tingmenn búsitandi í Suðurstreymoy ikki.
Limirnir í formansskapinum (næstformenninir) og nevndarformenninir fáa harumframt 2.500,00 kr. um mánaðin.
Tingmenn vinna eisini rætt til eftirløn soleiðis, at teir fyri 1-8. árið fáa rætt til 4,5% av lønini pr. ár, og 3% fyri 9-16. árið. Tá tingmaður hevur sitið á tingi í 16 ár, hevur hann sostatt rætt til 60% av lønini í eftirløn frá 67 ára aldri.
Løgtingsformaðurin fær sambært lógini somu løn sum løgmaður, tvs. 80.781,18 kr. um mánaðin. Hann vinnur eisini eftirløn soleiðis, at hann fær rætt til 9% av lønini í eftirløn frá 67 ára aldri, fyri hvørt árið tey fyrstu 4 árini, og síðani 6% tey næstu 4 árini.
Sambært lógini kann eingin tó fáa meira enn 60% av lønini í 40. lønarflokki í eftirløn, tvs. 37.283,62 kr. tilsamans. Hetta er galdandi fyri allar tænastumannalíknandi eftirlønir, t.d. sum løgtingsformaður, tingmaður, tænastumaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri e.l. Um so er, at samlaða eftirlønin fer upp um hesa upphædd, verður eftirlønin frá Løgtinginum sett niður samsvarandi.
Tingmenn kunnu í serligum førum fáa eftirløn frá 60 ára aldri. Hetta er, tá aldurin á tingmanninum, tá hann gevst í tinginum + tvær ferðir starvsaldurin í tinginum og landsstýrinum tilsamans gevur 95 ár«, skrivar Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri.
Ein og hvør kann spara sær upp til somu eftirløn sum løgtingsformaðurin. Men tað er dýrt, tí um ein vanligu borgar vil, eins og løgtingsformaðurin, upptjena sær eina pensjón upp á 37.283,62 krónur eftir átta árum, so skal hann gjalda inn 135.000 krónur um mánaðin – ja um mánaðin – í eina eftirlønaskipan hjá eitt nú Føroya Lívstrygging. Tí er veruliga virðið á lønini hjá løgtingsformanninum góðar 215.000 krónur.