Hoyvík/Sandavágur: Heðin Mortensen hevur fylgt væl við tí orðaskiftinum, sum nú hevur tikið seg upp viðvíkjandi spurninginum, hvar løgmanssætið skal liggja í framtíðini.
Sandavágs kommuna hevur borið uppá mál, at rætta staðið fyri eitt slíkt setur er í teirra kommunu.
Og henda ætlanin hevur nú eisini fingið stuðul frá teimum báðum tingmonnunum úr Vágum. Sum skilst ætlar annar teirra eisini at taka tað upp á politiskum stigi.
Borgarstjórin í Havn er tó av heilt aðrari áskoðan:
Løgmaður hoyrir heima í Havn. Og eg vænti tí ikki, at hann fer nakran veg, sigur hann.
Aftur á søguliga grund
J.P. Gregoriussen arkitektur hevur fyri Sandavágs kommunu gjørt hetta uppskotið til Løgmanssætið í Sandavági.
Hann hevur valt eitt øki í bygdini, sum liggur millum Fossá og Myllá, sum eitt vælegnað pláss til eitt nýtt løgmanssæti nakað omanfyri sjálva bygdina.
Ynskið er, at fáa løgmannin aftur á sama søguliga stað, har sum seinasti løgmaðurin sat í 1816, tá hetta embætið varð avtikið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hóast uppskotið um at leggja løgmanssætið í Sandavági er áhugavert, so tekur hann ikki undir við tí. Hann heldur fast um, at Hoyvíksgarður er rætta loysnin.
Hoyvíksgarður er væl egnaður, tí har er so náttúruvakurt. Garðurin liggur fyri seg sjálvan men kortini mitt í hjartanum í høvuðsstaðnum.
Landsstýrið hevur í prinsippinum tikið ta støðu, at Hoyvíksgarður skal brúkast sum løgmanssæti í framtíðini, hóast pengar enn ikki eru játtaðir til at fara undir hetta arbeiðið, sigur løgmaður við útvarpið.
Hoyvík er best
Borgarstjórin í Havn er samdur við honum í hesum: Rætta staðið fyri eitt slíkt sæti er í Havn.
Eftir hansara meting er lítil meining í, at t.d. suðringar sum ætla at vitja løgmann fyrst skulu til Havnar, og síðani fara víðari vestur til Sandavágs.
Hoyvíkin er snøgt best egnaða staðið, sigur hann.
Heðin Mortensen vísir á, at eitt slíkt stað sum hetta fer at verða nógv vitjað, eins og støðan er í Íslandi, har forsetin býr á Bessastøðum.
Tórshavnar kommuna hevur áður boðið eina av ognum sínum - eini stór sethús Yviri við Strond - til løgmanssæti. Men eingin áhugi var fyri hesum tá.