Chelsea og Antonio Conte eru aftur oddalið í Premier League, eftir at bæði Manchester City og Liverpool tóku sessin í gjár. Chelsea vann 2-1 á Tootenham, sum tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarár í Premier League.
Tað var annars danski Christian Eriksen, sum legði Tottenham á odda í fyrra hálvleiki. Sum heild var Tottenham væl betri, men tað nyttar lítið, tá Chelsea skorar upp á møguleikan teir fáa.
Beint fyri hálvleik javnaði Pedro fyri Chelsea, tá hann slapp at venda stutt uttanfyri brotsteigin og sendi bóltin í handara síðunet. Avgerandi málið kom sjey minuttir inn í seinna hálvleiki, tá Victor Moses umsetti innlegg til mál.
Móti dystarenda mundi Chelsea verða nærri einum máli, enn Tottenham var at fáa stig. Hóast hetta er fyrsta tapið í Premier League, so hevur Tottenham ikki staðið seg væl í seinastuni. Teir eru nú a fimta plássi í Premier League og úti av Champions League.
Chelsea er hinvegin á odda í Premier League.
1
13
19
31
2
13
18
30
3
13
17
30
4
12
13
25
5
13
9
24
6
12
3
19
7
12
2
19
8
12
-3
18
9
13
1
17
10
12
-2
15
11
12
0
14
12
13
-9
14
13
13
-6
13
14
12
-6
13
15
13
-3
12
16
13
-5
11
17
12
-10
11
18
13
-17
11
19
13
-10
9
20
13
-11
8