So varð valt

Flogbóltssambandið endaði um vikuskiftið aðalfundin, sum annars byrjaði tann 29. mai

Flogbóltur

Á framhaldandi aðalfundi leygardagin var nevndarvalið í
Flogbóltssambandinum endaliga staðfest.

Aðalfundur var upprunaliga 29. mai, men tá tað ikki eydnaðist at finna nakran at átaka sær formanssessin eftir at Niclas Joensen hevði boða frá, at hann ikki tók við afturvali, hevur verið arbeitt við at finna nýggjan formann.
Fyri umleið 14 døgum síðani játtaði Magnus Tausen at taka við formanspostinum, og var hann endaliga valdur leygardagin. Magnus sat longu undan hesum í nevndini, og tí var neyðugt at finna nýggjan nevndarlim. Her játtaði Kristianna Dam úr Kollafirði at taka við vali.
Triði nevndarlimurin er Trygvi H. Poulsen úr Klaksvík.
Á aðalfundinum leygardargin var annars tosan nógv um at halda áfram við ungdómsarbeiðinum, venjaraútbúgvingini og um dómaraskeið.
Roknað verður við, at tað komandi ár verða 2 ungdómlandslið, men arbeitt verður fram ímóti at fáa 4 ungdómslandslið í aldursbólkunum U 17 og U 19 hjá bæði kvinnum og monnum.
Eisini skal miðjast ímóti av skipa fyri felagsvenjing fyri U-15 aldusbólkunum, men hetta skuldi ikki verða beinleiðis landslið, men heldur liknandi flogbóltsskúlum, sum ávíst tal av íðkandi kunnu luttaka í.
Komandi Oyggjaleikir á Hetlandi fingu eisini umrøðu, og formaðurin Magnus Tausen greiddi frá um leikirnar. Magnus var sera keddur um kostnaðarstøðið, sum eftir øllum at døma verður til hesar leikir. Dýra uppihaldið fer nevnliga helst at hava við sær, at talan verður um dýrastu leikirnar higartil.
Landskappingin í flogbóltinum byrjar 16. oktober, men longu 10 oktober verður fyrsta stóra steypakappingin í Havn - FK-kappingin. Vinnararnir av hesi kapping vinna sær rætt at leika í steypafinaluni, sum verður 12. februar 2005 í Høllini á Hálsi.