So vendi í Keypmannahavn

Fyri fyrstu ferð síðani tann 22. juli hækkaði vísitalið á danska partabrævamarknaðinum í dag. Hækkingin var 2,14 prosent. Tað gekk annars hin vegin í morgun og allan fyrrapartin, men seinnapartin kom vend í.

Ein orsøk til vendina var sambært eygleiðarunum, at Danske Bank kom við einum rættiliga jaligum hálvársroknskapi um middagsleitið í dag. Tað kundi kortini ikki forða fyri, at virðið á partabrøvunum í bankanum fall eitt vet.

Teir stóru vinnararnir á tí danska marknaðinum í dag vóru

Novozymes við 6,8 prosentum og Sydbank og Pandora við ávikavist 5,3 og 4,0 prosentum, skrivar DR.