Aftur Føroyabankakvøld í Áarstovu og Barbaru

Tá heystyvirlitstrolingarnar á Føroyabanka eru byrjaðar, nærkast eisini tíðin, til Føroyabankakvøld verða aftur í Havn

 

 

Mikudagin loysti havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, og fór út á Føroyabanka at gera heystyvirlitstrolingar.  

 

Eins og á landgrunninum annars, verða yvirlitstrolingar gjørdar á Føroyabanka tvær ferðir um árið - um várið og um heystið.

 

Og tað er altíð spennandi, tá kanningar vera gjørdar á Bankanum.

 

Soleiðis er ikki minst í hesum døgum, nú Bankin í nøkur ár aftur hevur verið opin fyri avmarkaðari vinnuligari veiði eftir at hava verið stongdur í nógv ár. 

 

Tíðin hevur víst, at Føroyabanki tolir bert avmarkaða veiði eftir eitt nú toski og hýsu, og tað eru serliga hesi fiskasløg, sum spenningur er um.

 

Petur Steingrund er toktleiðari á túrinum hjá Jákupi Sverra á Bankanum.

 

Tá heystyvirlitstrolingarnar á Føroyabanka eru byrjaðar, nærkast eisini tíðin, til Føroyabankakvøld verða aftur á matstovunum í Havn, Áarstovu og Barbaru.

 

Tað hevur verið soleiðis í fleiri ár, at matstovurnar gera burturúr fantastiska og nýveidda tilfeinginum av Føroyabanka, og hetta eru kvøld, sum eru nógv eftirspurd.

 

Matskráirnar eru altíð forvitnisligar, og hóast rávøran er serføroysk, eru tað ofta dugnaligir útlendskir kokkar, sum fáa høvi at seta saman matskráir til bankakvøldini.

 

##med2##

 

- Umframt vælumtókta bankatoskin, verður eisini borðreitt við øðrum sjógæti, sum stórtrívist á Føroyabanka, siga tey í Áarstovu, sum enn einaferð gleða seg til hugnaligu og forkunnugu kvøldini.

 

Serstøku kvøldini á hugnaligu matstovunum í Havn, Áarstovu og Barbaru, verða hesaferð 19. og 20. september.

 

##med3##


 

 

Toskurin á Føroyabanka er serstakur, og ein slíkan toskastovn eiga bara føroyingar

Johan Mortensen, sum var við til at byrja bankakvøldini, fegnast um, at tiltakið nú livir sítt egna lív