Klaksvíkar býráð samtykt á býráðsfundi 25. september, at Bøgøta verður einvegis norðeftir (frá Oman Eið til Húsið), og at Nýggivegur verður einvegis suðureftir (frá Fossagøtu til Oman Eið).
Og tað er júst á hesum vegastrekkið, at sjey bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár, tí teir koyrdu ímóti ferðslurætninginum.
– Endamálið er at knýta og tryggja ítróttarøkið, Bøgøtu, Nýggjaveg, Oman Eið, Eystan Garð, Fossagøtu, Vágsheygsgøtu og Uppsalagøtu saman á tryggan og góðan hátt við farleið, ið tekur hædd fyri íbúgvum, virksemi í økinum, býarbussinum og neyðsendaraleiðini, skrivaði Klaksvíkar kommuna 5. november.
Talan er um eina royndarkoyring, sum verður galdandi frá 6. november 2025 til 1. mai 2026.












