Søgan um 60 milliónagrunnin á 60 ára degnum

Stýrið fyri Íleggingargrunnin gevur út rit, sum gevur innlit í uppruna og virki grunsins síðan stovnan. Tað verður gjørt, nú tað í ár eru 60 ár síðani grunnurin varð stovnaður

Tíðindaskriv: 

Gott undirstøðukervi er ein fortreyt fyri at skapa eitt nýmótans samfelag. Tað ásannaðu danska stjórnin og landsstýrið eftir djúpu kreppuna, sum merkti føroyska samfelagið í fimmtiárunum. Føroyar høvdu ikki fingið lut í somu framgongd sum Danmark og onnur vestanlond hetta tíðarskeiðið. Tað er í hesum andanum, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verður settur á stovn við fólkatingslóg, samtykt á Christiansborg 29. januar í 1964. 

Grunnurin, sum millum fólk verður nevndur 60 millióna grunnurin eftir sínum stovnsfæi, skal hjálpa til við at flyta afturúrsiglda, føroyska samfelagið fram á leið. Ikki við beinleiðis stuðli, men við at veita lagalig lán til samferðsluútbyggingar, sum eru truplar ella dýrar hjá myndugleikunum í Føroyum at læna pening til. 

Hesi 60 árini er Íleggingargrunnurin styrktur nógv fíggjarliga. Upprunaliga stovnsfæið, sum var 60 milliónir krónur, er í dag umleið 750 milliónir krónur. Harumframt eru umleið 400 milliónir krónur goldnar úr grunninum til at byggja út Vága Floghavn, og fyrst í nítiárunum vórðu 200 milliónir krónur tiknar úr grunninum til fyrstu bankabjargingina. 

Søgan um Íleggingargrunnin er partur av søguni um eitt samfelag, sum verður bygt út til eitt vælferðarsamfelag á hædd við grannalondini. Tað kann tykjast sjálvsagt í dag, men talan er um grundleggjandi íløgur í telefonsamband, streymframleiðslu – enntá vegir millum bygdir. 

Seinni fíggjar grunnurin fyrstu undirsjóvartunlar, ið knýta oyggjar saman, eins og grunnurin er við til at fíggja nýmótans ferðasamband við útheimin, bæði loftvegis og sjóvegis. Síðstu árini er Íleggingargrunnurin eisini farin at fíggja grøna orkuskiftið og størri verkætlanir í ferðavinnuni. 

Søgan um Íleggingargrunnin verður søgd frá uppruna til dagin í dag. Hon byggir á eina røð av skrivligum keldum, bæði almennum og innanhýsis hjá grunninum, umframt at munnligar keldur geva sítt ískoyti. 

Endamálið við útgávuni er at lýsa ta ávirkan, sum grunnurin hevur havt á at menna og byggja út føroyska samfelagið. Grunnurin hevur livað eitt friðarligt lív og hevur ikki verið serliga sjónligur í almenna rúminum, hóast hann hevur havt stóra ávirkan á samfelagsmenningina. 

Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað bókina, sum er 270 síður til longdar.