Søgan um føroyska flaggið frá fyrstu honds keldu

Janus Øssursson, sum var við til at gera føroyska flaggið, greiðir her frá, hvussu føroyska flaggið varð til

 

 

Føroyska flaggið var gjørt í Keypmannahavn í Danmark í 1919. Tað vóru teir tríggir føroysku studentarnir, vinmenninir, Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum gjørdu føroyska flaggið.

Teir vóru ávirkaðir av tjóðarfatanini, sum eftir fyrra heimskríggj var grundfest í friðarsáttmálanum í Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti.

Nú um dagarnar ringdi Brandur Øssursson til okkum á Sosialinum at spyrja, um vit vildu prenta hesar reglur, sum Janus Øssursson einaferð hevur fest á blað, og sum sonur hansara, Brandur Øssursson, hevur havt liggjandi. Brandur Øssursson hevur skrivað hondskrivaða tekstin hjá pápa sínum á teldu, og hann prenta vit niðanfyri:

BAKGRUNDIN FYRI FLAGGINUM

 

##med2##

Um vit høvdu hugsað leingi um tað?

Tað var undir fyrra veraldarbardegunum, vit vóru fleiri føroyingar ið lósu til studentsprógv á Sorø Akademi – vit tosaðu ofta saman um føroysk viðurskifti – men flaggspurningurin kom ongantíð upp á mál, hann var ikki í huga okkara tá – tað var ikki fyrr enn vit komu til Keypmannahavnar og tóku lut í studentalívinum har, sum tað livdist í hinum føroyska studentafelagnum. 

Tað var gott samanhald ímillum okkum studentar tá, vit vóru heldur ikki so nógvir sum nú, men tíðarandin í síni heild var øðrvísi og merkti okkum.

 

##med3##

 

Hvørju vóru, táíð vit vórðu studentar í 1917

Vit vóru bert fýra: Einar Djurhuus, Jens Oliver Lisberg, Torstein Petersen og eg. Tá vóru í felagnum: Janus Djurhuus, Richard Long, Christoffer Lützen, Emil Joensen, Pauli Dahl og teir núverandi heiðursliminir Maria Mikkelsen og Trondur Olsen. 

Árið eftir komi Anton Djurhuus og Louis Zachariassen og annað árið: Jørgen Frantz Jacobsen og Knút Nygaard.

Hetta tíðarskeiðið var fyri okkum í mangar mátar merkisár. Veraldarbardagin fyrri endaði og forseti USAs, Wilson, legði við sínum 14 aðalgreinum á friðarstevnuni í Versailles grundvøllin fyri tí politiska hugsunarhátti, ið var ráðandi í Europu í teim komandi árum. Sjálvandi var tað serstakliga hansara hugsan um, at hvør serstak tjóð átti at njóta sín rætt og vinna tað støðu, sum tjóðin sjálv ynskti, ið hugtók okkum.

 

##med4##

Eisini komu vit nógv saman við íslendskum studentum, og serliga Jens Oliver Lisberg og eg vóru ofta saman við teimum. Vit hittust á Garði, og vit vóru altíð vælfagnaðir gestir hjá teimum, og teir hjá okkum. Teir bjóðaðu okkum í Íslendska Felagið og í Felag Íslenzkra Sudenda og vit teimum aftur í Føroyingafelag. Altíð tosaðu vit føroyskt við teir og teir íslendskt við okkum, og væl bar til at skilja hvønn annan.

Teirra fosturlandsalskur og sjálvbjargnisandi rein við okkum og hugtók okkum, so at vit, tá ið teir hildu veitslu fyri fullveldi lands teirra 1. desember í 1918, sárliga kendu munin á støðu teirra og okkara. 

 

##med5##

– Nú vóru teir fríir og frælsir, og flagg teirra veit¬traði frítt um øll lond og høv - men vit áttu einki flagg, ið boðaði ókunnugum fólki frá, at eisini á okkara landi búði ser¬merktur fólkaflokkur - ein serstøk tjóð, ið hevði rætt til egið tjóarmerki.

At hetta mátti broytast og annað skil koma á, tosaðu Lisberg og eg mangan um á okkara dagligu gonguferðum úti á Longulinju veturin 1918-19. 

Hann búði tá saman vil Paula Dahl í Stóru Kongensgade, og á herbergi teirra komu vit fram við fleiri uppskotum til flagg, ið ætlanin var skuldi nýtast sum tjóðar¬merki okkara - eg goymi enn eitt av uppskotunum.

At ein trongd lá í landum okkara eftir einum slíkum merki vistu vit; tí tá ið vit vóru heima um ólavsøkurnar 1917 og 1918 sóu vit ein bát fyri og annan eftir stevna til Havnar við Tjal¬durs- og Veðramerkjum á stong, og bert fáar við donskum flaggi; men øll hesi merkini vóru heimagjørd og harav ymis. Á summum stóð eitt Tjaldur, á øðrum fleyg tað, á nøkrum sást ein veðrur við fleiri tjøldrum uttanum, aftur á øðrum fleiri flúgvandi Tjøldur og so framvegis.

Okkara uppskot vóru øll krossfløgg, men trupulleikin lá í litasamansetingini, vit vóru skjótt samsintir í tí, at vit áttu at nýta teir norrønu liturnar: reytt, blátt og hvítt. Hin stóri spurningurin var, hvussu dúkurin átti at vera litaður. Noreg hevði reyðan og Ísland bláan, skuldi flagg okkara ikki líkjast teirra alt og nógv, var einki annað fyri enn at taka hvítan dúk. Lisberg skeyt upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan, tað stóð betur saman við tí hvíta, enn at vit lótu hin reyða litin vera uttast, soleiðs sum eg upprunaliga hevði hugsað mær. 

– Eg síggi, at Emil Joensen sigur eitt sindur ørðvísi frá í 25 ára minnisriti ungmannafe¬lagsins – men ta frásøgu veit eg einki um.

##med6##

Nú vit vóru komnir til rættis um hetta uppskotið, fingu vit beinanvegin gjørt okkum hvørt sítt borðflagg í Nordisk Flag- og Fanefabrik í Frederiksberggøtu. Og hesi bæði fløggini vórðu so av Louis Zachariassen á fyrsta sinni borin fram fyri føroyingar á føstugangsveitsluni í Føroyingafelag 2. mars 1919 – tað var í Brohusgøtu 17. 

Føroyingafelag helt tá til hjá teim deyvu og dumbu harúti, vit fingu ikki innivist aðrastaðni. Eina viku seinni, 11. mars var fundur í studentafelagnum, og tá goðkendu studentarnir tað.

Hvussu tóku fólk ímoti tí?

Jú, sum tað framgongur av frásøgu føroyingafelags, sera væl. 

Andrass dámdi tað sjálvandi einki, ikki fyri tí, hann kundi gott hugsað sær eitt føroysk flagg, men tað skuldi so vera danabrókin við einum føroyskum frámerki í ovasta horninum, men tað haldi eg hevði hvørki dámt føroyingum ella dønum. Jóannes bóndi var heldur tigandi um flaggið tað kvøldið, seinni havi eg frætt, at hann og aðrir høvdu hugsað um eitt annað flagg, og nú komu vit og spiltu spælið hjá teimum. Um so var, dugi eg ikki at siga við vissu, men seinni var hann ein av okkara bestu stuðlum í flaggmálinum.

Størri flagg?

 

##med7##

Jú, men tað kostaði pening, og eingin av okkum høvdu nógvar, men kortini bílegði Lisberg sær eitt stórt flagg í Nordisk Flag- og Fanefabrik. Eg minnist, eg var við honum eftur tí. Gentan, ið gav okkum tað, helt seg ikki hava sæð vakrari flagg, sama hildu sjálvandi vit eisini. Haðani fóru vit á Garð. 

 

Í Normansdalin

– Christoffer Lützen helt frálíka fundarrøðu, og av flaggberarum høvdu vit tveir góðar menn, sum Andrias Seyðberg bónda og Kjartan Mohr. Serliga spennandi var tað, tá ið flaggið varð borið framman fyri vindeyguni hjá kongi, ið tá búði á slottinum í Fredensborg, um hann sá okkum veit eg ikki - eingin lætst um vón, í hvørt tilfelli.

Lisberg fór stutt aftaná til Føroyar og hevði flaggið við sær. Í heimbygd síni Famien, vant hann tað á stong, og Famien er soleiðis fyrsta føroyska bygdin, har hetta flaggið veittraði.

Lisberg kom, tá ið summarloyvið var úti, aftur til Danmarkar, men flaggið var verandi eftir. Honum var ikki langt lív lagað, hann varð sjúkur av spansku sjúkuni, ið tá herjaði illa her, og andaðist móti heysti efturfylgjandi ár. Friður veri við minni hansara.

Hvussu tóku fólk við flagginum?

Flaggið kallaðist heima »studentaflaggið« ella bert »merkið«, flest øll vóru góð við tað, og ungmannafeløgini fóru at nýta tað sum teirra merki. Eg var á fundi saman við formonnum fyri ungmanna¬feløgini, tað var á sumri 1921, og har vóru vit samdir um, at teir vildu gera alt fyri at gera tað alment kent í landinum.

 

##med8##

Eg minnist eina útferð eg var við til Nólsoyar, vit fóru úr Havnini tíðliga á morgni, ætlanin var at motorbáturin, vit skuldu fara við, skuldi flagga við føroyskum flaggi, men tá ið eg komi oman á Kongabrúnna, flaggaði hann við donskum flaggi. Teir høvdi ikki kámt sær at heysa føroysk flagg upp, nógv fólk stóð á brúnnið, nú vóru góð ráð dýr, men áðrenn vit vita av, er onkur, ið heysar danska flaggið niður og okkara unga merki fer spakuli¬ga í húnar hátt, tá var onkur, ið fekk vátt í eyguni. Hetta var søgulig løta, á fyrsta sinni var flaggað við føroyskum flaggi í Havnini. 

I Nólsoy var hópurin av føroyskum fløggum, bert einar tvær stengur stóðu tómar, men nólsoyingar høvdu ikki fingið tíð til at seyma, so øll kundu flagga. Henda móttøkan gav bestu vónir, og leingi vardi ikki, fyrr enn neistin brann í ljósum loga. 

Ítrottafeløgini tóku sær eisini av málinum, og á fyrsta sinni var tað nýtt halvt officielt, tá ið Dr. Alexandrines Hospital varð reist.

 

Janus Øssursson´s håndskrevne manucript.

 

20. september 1935 er 25 minninsveitsla Studentafelagsins í Keglebanens Selskabslokaler í Bernstorffsgade 7

Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl avmyndaðir á studentaskúlanum í Sorø í 1916 og 1917