Søguligur dystur í Montenegro

Í 250. altjóða skrásetta landsdystinum fara Føroyar fyri fyrstu ferð at spæla ímóti Montenegro

Mattias H. Lamhauge fer í kvøld at verja føroyska málið í Montenegro

Í kvøld fara Føroyar fyri 250. ferðina á vøllin í altjóða skrásettum landsdysti, síðani Føroyar í 1988 vórðu limir í UEFA og 24. august hetta árið spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin á útivølli ímóti Íslandi.

 

Í kvøld hittast Føroyar og Montenegro fyri fyrstu ferð í fótbóltslandsdysti fyri A-landslið. Dysturin verður spældur á Gradski stadion í Niksic.

 

Tá ið Føroyar fyrst í nítiárunum spældu EM undankappingardystir ímóti Jugoslavia, var Montenegro partur av landinum á Balkan. Síðsti dysturin hjá Tito Jugoslavia var ímóti Føroyum. Tað var 16. oktober í 1991 í Landskrona, at Jugoslavia vann 2-0.

 

Sammett við leygarkvøldið, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Kekkia er føroyska liðið broytt eitt sindur.

 

Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen og Petur Knudsen. Teir avloysa Bárð á Reynatrøð, Jann J. Benjaminsen, Hall Hansson og Árna Frederiksberg.

 

Føroyska liðið er soleiðis mannað í kvøld: Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen – Petur Knudsen.

 

 

 

Mattias H. Lamhauge fer í kvøld at verja føroyska málið í Montenegro