Søkja eftir læknum til Skálafjørðin

Nú skal nýggja heilsumiðstøðin í Runavík mannast.

Nú verður søkt eftir kommunulæknum til nýggju heilsumiðstøðina í Rúnavík

 

Heilsutrygd hevur nú lýst tvey størv leys í nýggja læknadøminum við Skálafjørðin. Starvsstaðið verður á nýggju heilsumiðstøðini, tó at viðtala eisini verður á Strondum tveir dagar um vikuna.

 

Heilsutrygd væntar, at tann ið søkir starvið, hevur hug at vera við í at skipa nýggja arbeiðsplássið og heilsutilboðini, ið har verða.

 

Umsóknarfreistin er 29. Septembur.

 

Les eisini Leys kommunulæknastørv í Skálafjarðar læknadømi.

 

Les eisini Nýtt læknadømi á Skálafjørðinum