Løgtingið søkir nú eftir nýggjum stjóra. Súsanna Danielsen, sum hevur verið stjóri seinastu 18 árini hevur sagt seg úr strarvi. Tí søkir Løgtingið nú eftir nýggjum stjóra at byrja 1. november ella so skjótt, sum til ber.
Uppgávurnar hjá stjóranum á løgtingsskrivstovuni eru millum annað at skriva gerðabók Løgtingsins, at vera ráðgevi hjá løgtingsformanninum í øllum løgfrøðiligum og øðrum spurningum, vera daglighur leiðari í umsiting Løgtingsins og seta í starv og loysa úr starvi starvsfólkini í umsitingini. Stjórin er eisini skrivari hjá føroysku sendinevndunum við løgtingsmonnunum í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Harumframt er stjórin skrivari og løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtingsnevndum, ansar eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt, og er løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum.
Tann, sum ætlar sær at verða stjóri í Løgtinginum skal hava løgfrøðiligt embætisprógv ella aðra viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal eisini hava leiðsluroyndir, og fyrimunur er at hava kunnleika til ella arbeiðsroyndir frá politiskum umhvørvi. Stjórin skal hava góð samstarvs- og samskiftisevni og hollan kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti, mál og mentan.
Starvið sum stjóri í Løgtinginum er lønt í 40. lønarflokki í tænastumannalógini, sum eru góðar 58.000 krónur um mánaðin. Tað er tó eisini møguligt at verða sáttmálasettur.
Lýsingin sæst VIÐ AT TRÝSTA HER