Sømir seg ikki at Hanna er virkin í samkomuni

– Tað sømir seg ikki, at Hanna Jensen er virkin í samkomuni, samstundis sum hon gongur á odda at broyta hjúnabandslógina.

 

Tað heldur elstraráðið í brøðrasamkomuni Filadelphia í Gøtu.

 

Tað var í Degi og Viku týskvøldið, Hanna Jensen segði, at tað hevði fingið persónligar avleiðingar fyri hana, at hon hevði verið við til at leggja uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini fyri tingið.

 

Sosialurin hevur spurt Honnu Jensen og Zacharias Zachariassen úr elstraáðnum, hvørjar hesar avleiðingarnar eru.


Lesið eisini viðmerking frá Zacharias Zachariassen:Elstaráðið: Skilji væl Hanna kennir seg illa

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis Sosialinum, greiða frá innihaldinum í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð