Søplaðu burtur 7 milliardir krónur

Tað tók 10 ár at søpla burtur allar pengarnar hjá gamla Føroya Sparikassa, sum vórðu uppspardir í 178 ár.

 

Tað tók 10 ár at søpla burtur allar pengarnar hjá gamla Føroya Sparikassa, sum vórðu uppspardir í 178 ár. Tilsamans ruku einar 7 milliardir krónur

 

Millum annað hetta kom fram í sending um Eik hjá Kvf, sum varð send í kvøld.

 

– Tað er øðiliga beklagiligt, at fólk hava mist pengar. Men tað hendir viðhvørt, tá man setir pengar í slíkt. Einki er uttan risiko.

 

Soleiðis tók Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka samanum, tá hann í sendingini hóskvøldið varð spurdur, hvussu tað kendist at møta fólki á gøtuni, sum hava mist pengar av hansara virksemi í Eik Banka.

 

Reimund Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er ein av teimum, sum gekk runt og royndi at fáa fólk at keypa viðrisbrøv fyri Kauthing. Hann hevur sjálvur viðgingið, at hann seldi eina lygn. At hann gekk runt og lumpaði fólk.

 

– Eg eri so heilt ræðugliga keddur av, at eg havi selt hetta. Hevði eg kunna bakkað aftur í tíðina, so hevði eg broytt hetta, segði hann í sendingini.

 

Hesir báðir eru tveir av persónunum í sendingini hjá Kringvarpinum – har roynt verður at rekja eitt sindur upp í fløkjuni kring Eik Banka og teimum avgerðum, sum førdu til, at bankin fór á húsagang, hvussu fólk vórðu villleidd – og teimum vantandi politisku avgerðunum, sum førdu til, at eingin kanning varð sett í verk.

 

 

Tað framgekk týðuliga, at politiska valdið í Føroyum ikki ynskti, at málið um Eik Banka varð lýst til fulnar.

 

At Eik leiðslan fór til Moskva á strategifund – og samstundis til Champions League finaluna, lýsir kanska, hvussu nógv leiðslan helt um seg sjálva. Einki var ov stórt.

 

Tað tók 10 ár hjá leiðsluni í Eik Banka at forkoma tí, sum Føroya Sparikassi hevði savnað saman upp á 178 ár.

Eik Grunnurin – pengarnir hjá gamla Føroya Sparikassa – misti umleið eina millard krónur og hevði ovurstóra skuld, tá hann fór á húsagang.

Teir 11.000 partaeigararnir í Eik mistu um tvær milliardir krónur

Finansiel Stabilitet misti yvir tríggjar milliardir krónur.

Harafturat vórðu mistar nógvar milliónaupphæddir upp á virksemi, sum á ymsan hátt var knýtt at Eik.

 

Soleiðis hvurvu einar sjey milliardir krónur í myrka holið eftir skrædlið hjá Eik Banka – sum var Føroya elsta fyritøka.

 

 

(Brot úr grein í Sosialinum í morgin - les  meir um málið í Sosialinum í morgin)