Søren og teir imponeraðu dómararnar, men komu ikki víðari

Team Robbie Williams byrjaði kvøldið við sanginum "Let Me Entertain You". Dómararnir elskaðu tað, men teir komu ikki víðari.

Esben, Anders og Søren

Seinna kvartfinalan í DR-sendingini Stjerneklar er liðug, og nú er greitt, hvørjir seks bólkar eru víðari til semifinalurnar.

 

Men liðið hjá Søren Haugaard Pedersen kom ikki víðari í kvøld.

 

Hóast hann og hinir báðir frá Team Robbie Williams gjørdu alt, teir kundu, var tað eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at koma víðari. Har vóru bara trý pláss, og tey fóru til Team Kim Larsen, Celine Dion og Billie Eilish - síðstnevnda liðið valdu dómararnir.

 

Søren, Anders og Esben frá Team Robbie Williams sungu fyrst í kvøld. Teir sungu stóra hittið "Let Me Entertain You", og dómararnir vóru sera imponeraðir.

 

Dómarin Barbara Moleko hevði eina rósandi viðmerking til Søren, sum vit ikki fara at endurgeva her, men sum fekk allan salin at flenna - og Medina, sum eisini var dómari, kláraði ikki at halda sær.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Søren Haugaard Pedersen, at tað var stuttligt at vera við, og at støðið í aðru kvartfinalu var nakað hægri enn í hinari kvartfinaluni. Hetta var tað fyri hesa ferð, og nú gleðir hann seg til at hava frí eina løtu.

 

Hygg at kvøldsins parti av Stjerneklar HER.

 

Esben, Anders og Søren