Løgreglan upplýsir nú, at løgreglan er liðug á staðnum.
Ongar viðmerkingar eru annars, men løgreglan sigur soleiðis fyri løtu síðani á facebokk vanga sínum:
Kunning.
Í samband við hendingina í Sørvági í dag, er politiið liðugt á staðnum.
Vit hava ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Tað var seint seinnapartin, at fleiri bilar við alvápnaðum løgreglufólki úr Havn fóru vestur í VágarTá vóru boðini frá løgregluni hesi:
Politiiđ er í løtuni úti til eina hending í Sørvági.
Heitt verđur á óviđkomandi um, at halda seg burtur frá økinum. Politiiđ hevur ongar viđmerkingar til hendingina í løtuni, men nærri kunning kemur seinni.
Sostatt tykist málið fyribils avgreitt, men júst hvat er hent er onki at frætta um frá løgregluni enn.