Søtur heimasigur á Vágseiði

1. DEILD: B36 legði í gjár rygg til ársins fyrsta tap

FC Suðuroy staðfesti í gjár, at tað er álvari í ætlanini hjá teimum á Vágseiði, sum stríðast fyri aftur at vinna pláss í bestu deildini.

 

Í gjár var næstbesta liðið hjá B36 gestur á Vágseiði. B36 var ósigrað topplið, men í gjár gekk tað ikki hjá B36. FC Suðuroy vann 3-2, og nú eru tað trý stig frá FC Suðuroy, sum er næstfremst, og fram til B36.

 

Hálvleiksstøðan var 1-1, og soleiðis var støðan, inntil tað restaðu átjan minuttir. Tá legði heimaliðið seg framum 2-1 og níggju minuttir seinni 3-1, áðrenn B36 tríggjar minuttir seinni minkaði um munin til 3-2.

 

Alexander Holm Kilgour skoraði fyrsta málið hjá FC Suðuroy.  Hetta var fyrsta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. Fríði Holm skoraði næsta málið hjá heimaliðnum. Hann hevur nú skorað seks mál og er saman við Salmundi Bech toppskjútti hjá FC Suðuroy. Triðja málið hjá heimaliðnum skoraði Jákup Tawfik Joensen, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Fyrra málið hjá B36 skoraði Aron Jacobsen. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í 1. deild. Carl Mikkelsen minkaði um munin til 3-2. Hetta var triðja málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Síðsta umfar undan summarsteðginum verður leygardagin. Tá fara bæði FC Suðuroy og B36 at spæla í Gundadali. Mótstøðuliðið hjá B36 verður B71, og hjá FC Suðuroy verður HB mótstøðuliðið.