Sofus Hansen til minnis

   

So tynnist í vinarskara. Mánadagin 5. mai andaðist Sofus Hansen bert 49 ára gamal.
Vit, sum kendu Sofus, vita, at Sofus var ein maður við æru.
Eg kom at kenna Sofus síðst í 70-unum, tá eg flutti til Runavíkar og kom at ganga í bindiklubb saman við Klaru, konu Sofus. Vinskapurin okkara millum hevur altíð verið góður, og tað var altíð so sera hugnaligt at fáa Sofus á vitjan ella at fara inn til hansara. Hann var altíð so blíður og prátingarsamur og so var hann so sera hittinorðaður, at tú visti ikki av, at fleiri tímar vóru farnir, og tíð var at fara til hús.
Vit fluttu til Danmarkar í 1992, men tað gjørdi ikki nakran skilnað okkara millum. Sofus var trúfastur at vitja okkum. Einaferð Sofus sigldi yvir í Alaska og skuldi koma heim, bleiv avtalað, at Klara og Johanna skuldu koma niður til Danmarkar til okkum at ferðast, so kundu tey trý taka eina góða feriu saman niðri í Danmark. Tað má eg siga, at tað vóru nakrir so sera hugnaligir dagar, vit høvdu saman tá.
Sofus var ein sera avgjørdur maður, eitt ja var eitt ja og nei var eitt nei.
Eg kann ikki lata vera við at fortelja, at hann segði einaferð fyri okkum, at tá hann sigldi úti, eg meini, at manningin var úr Thailandi og Vietnam. Í øllum førum so ótu teir bara rís aftur við døgurðanum, og tað var nakað, ið Sofus ikki var serliga glaður fyri, hann vildi hava eplir til døgurða, og Gud hjálpi tú mær, um hann ikki hevði fingið hendan kokkin at kóka eplir til hansara í staðin fyri rís. Í dag tá eg hugsi um tað, rokni eg við, at hesin thailendski kokkurin hevur hildið so nógv av Sofusi, at hann hevur givið honum alt tað, hann ynskti.
Sofus og Klara fingu ein eftirnølara, Kartin, sum nú er fimm ára gamal. Hvørja ferð eg tosaði við Sofus, segði hann, at tað var tað besta, sum var hent honum. "Tú blívur fimtan ár yngri", segði hann.
Sofus hevur altíð sæð stórt í sínum børnum og hevur stuðlað teimum bæði so og so. Jóhanna, Kári og Mortan hava øll spælt við NSÍ, og tað var Sofus ótrúliga stoltur av. Hann var við til hvønn tann einasta dyst og var so sera spentur nú tað gekk so væl hjá NSÍ í fjør.
Nú byrjar eitt nýtt kappingarár, men í millum áskoðararnar verðrur ongin Sofus Hansen at síggja. Sofus er ikki millum okkum longur, men minnið um hann fara vit at goyma í okkara hjørt-um.
Má Harrin hjálpa og styrkja tykkum, ið stóðu Sofusi nær, í tykkara sorgi og sakni.
Klara og lítli Kartin, Kári, Jonna og lítla Maria, Mortan og Oddvá, Jóhanna og Agnar og so systrarnar hjá Sofusi, Maria, Hanna Elina og Katrina við familjum.
Friður veri við minninum um Sofus.
?????????????????
Jóngerð við familju