Síðsti dysturin hjá Sogndal í hesum kappingarárinum endaði við tapi.
Kurt Mørkøre og Julian Johnsson spældu á heimavølli móti Lofoten, og tað var týðuligt, at útiliðið hevði meira at berjast fyri.
Teir lógu undan dystinum undir niðurflytingarstrikuni, og bara ein sigur kundi bjarga teimum.
Sogndal hevði mist sín møguleika fyri uppflyting, og fyri teir var dysturin í roynd og veru bara ein avgreiðsluspurningur.
Lofoten vann 2-0, men teir bjargaðu sær ikki lívinum í norsku 1. deildini, tí onnur botnlið vunnu eisini, og tí vórðu teir verandi undir strikuni og skulu spæla í 2. deild næsta kappingarár.
Sogndal endaði sum nummar 5 í 1. deild, teir fingu 42 stig, og tað vóru
nøkur stig ov lítið fyri at røkka uppflytingarplássi.
Kurt Mørkøre og Julian Johnsson fara nú í vetrarfrí.