Soleiðis býtir landsstýrismaðurin

Jacob Vestergaard býtir í ár út tilsamans 143.795 tons av makreli og 103.180 tons av norðhavssild. Veiðigjaldið av hesum er tilsamans 112,6 milliónir krónur, og avreiðingargjaldið tilsamans fýra milliónir. Hetta er býtið, soleiðis sum landsstýrismaðurin leggur upp til.

Nótaskip (eginkvotur býttar til skipini)
73.700 tons av makreli (íroknað 6000 tons, flutt frá í fjør)
60.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 55 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 21 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur

Ídnaðarskip (felagskvota við hámarki)
20.000 tons av makreli
13.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 15 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 5 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur

Trolarar í heimaflotanum (felagskvota við hámarki)
23.000 tons av makreli
13.500 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 3,6 mió kr

Flakatrolarar, rækjuskip, skip við rættindum í altj. sjógvi (felagskvota við hámarki)
16.500 tons av makreli
12.500 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 12,4 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 4,4 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur

Línuskip, útróðrarbátar, garnaskip og skeljabátar (felagskvota við hámarki)
2000 tons av makreli
1180 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 0,3 mió kr

Vísindaligar og vinnuligar royndir
8500 tons av makreli
1000 tons av norðhavssild