Soleiðis blíva vit øll rík?

Hans Birgir Hansen
ps. Tann einasti orkusjeikurin í Føroyum
Við at tálma dagligu forbrúksnýtsluni kunnu øll gerast rík. Og við at hækk avgjald av lánum og stytta lánstíðina kunnu vit spara rentur av avgjøldum, ið eru tyngjandi hjá øllum! Vit kunnu við at avmarka keyp av góðgæti, heilivági, rúsdrekka, rúsevnum, tubbakki og ístaðin gera íløgu í heilsustøðuna hjá familjuni og vit kunnu spara sjúkradagar.
Vit kunnu troyta allar møguleikar betur, uttan at líða hungur og hall, og uttan at sita í køldum og myrkum húsum, tá ið vit broyta raðfesting, prioritering av hvat vit nýta pening til.
Vit kunnu fremja orkusparing í tí dagliga húsarhaldinum við teimum nógv umrøddum spariperunum og við at fáa javnvág í okkara hitaskipan við einum flógvum hita í øllum húsarúmum. Vit skulu opna termostatar, ventilar, á øllum radiatorum í øllum húsarúmum. Tá ið hesir blíva heitir, regulera vit hitan niður eftir við hjálp av chuntventili framman á oljufýrketlinum. Vit skulu koma niður á vanligan stovutemperatur. Vanliga fer allur spillihitin við tí rúkandi ferð ígjøgnum avtreksrørið út í skorsteinin og upp gjøgnum hendan til ongan verðsins nyttu. Vit skulu gera greitt við múrsteinum inn í forbrenningskamarinum liggjandi tvørtur um miðjuna, skulu gera greitt er atvoldin til áðurnevnda og at vit ikki fáa útnyttað spillihitan.
Hetta er óreingjandi veruleikin, ið eingin av sethúsaeigarum nakrantíð hevur hugsað um, ið glaðbeint lata oljufýruservisumenn villleiða seg, ið eru kappingarneytar hjá mær í Havnini í dag. Vit kunnu gott seta termostatar, ventilar, á allar radiatorar á t.d. 3 og chuntventilin frammman á oljufýrketlinum, tá áðurnevndu radiatorar eru blivinir heitir, tá hava vit fingið javnvág. Við at sløkkja oljufýrketilin, tá hesin steðgar, og taka brennaran frá, opna lúkuna, sleppa inn í forbrenningskamarið, taka út leysu múrsteinar, lata lúkuna aftur og seta brennaran til aftur. Vit seta so termostatin fimm strikur niður og chuntventilin á 3, vit tendra so oljufýrketilin, ið startar tá termometrið er komið fimm strikur niður. Síðan stilla vit við skrúvublaði oljuflammuna.
Hetta eru royndir, ið ein hevur frá seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum, tá ein skipaði fyri almennum orkusparandi fundum og greiddi frá kubbasparing í oljufýrdum ketlum kring landið og í Havn.
Eg havi hugsað nógv um at taka upp aftur orkusparandi og og oljusparandi táttin, síðani kappingarneytarnir eru farnir higani frá. Eg fekk kunnað um ætlanir V. H. Flach sála og undirritaða.