Soleiðis eru liðini seedað

Seinni í dag verður lutakast til bólkaspælið í Champions League

Í gjárakvøldið blivu seinastu fimm liðini til bólkaspælið í fínastu og størstu fótbóltskappingini í Evropa, Champions League funnin. Millum tey fimm síðstu liðini, ið tryggjaðu sær luttøku í fínasta selskapinum, var danska meistaraliðið, FCK, ið samanlagt vann 2-1 ímóti kýpriotiska Apoel Nicosia.

Tey 32 liðini skulu býtast í átta bólkar við fýra liðum í hvørjum bólki. Liðini eru seedað eftir teirra koeffisientstigum í evropeiskum dystum. Tó verða tey liðini, ið vunnu tær størstu landskappingarnar í farna kappingarári, automatiskt seedað sum nummar eitt, hóast tey ikki teljast ímillum størstu lið í Evropa.

Hetta er orsøkin til, at lið sum Leicester, Benfica og CSKA Moskva eru í fremsta seedningsbólki  framman fyri stórlið sum Atlético Madrid, Borussia Dortmund og Arsenal.

Niðanfyri stendur at lesa, hvussu evropeisku stórfeløgini eru seedað undan lutakastinum í morgin. Lutakastið verður hildið í Monaco, og tað byrjar klokkan 17 í morgin.

Seedningsbólkur 1:

Real Madrid

Bayern München

Barcelona

Benfica

Paris Saint-Germain

Juventus

CSKA Moskva

Leicester

Seedningsbólkur 2:

Atlético Madrid

Borussia Dortmund

Arsenal

Manchester City

Sevilla

FC Porto

Napoli

Bayer Leverkusen

Seedningsbólkur 3:

FC Basel

Tottenham

Dynamo Kiev

Lyon

Borussia Mönchengladbach

PSV Eindhoven

Sporting Lissabon

Club Brugge
 


Seedningsbólkur 4:

Dynamo Zagreb

Celtic

Monaco

Besiktas

Legia Warszawa

Ludogorets Rezgrad

FC Keypmannahavn

FC Rostov