##med2##
KÍ er á gáttini til at vinna 18. FM-gullið í søgu felagsins nú liðið er á odda 2-0 móti B36 í FM-finaluni á ovara vølli í Gundadali.
B36 má vinna fyri at tryggja sær FM-heitið. Tað merkir B36 má skora tríggjar ferðir, og KÍ má ikki skora í seinna hálvleiki um B36 skal koppa tað sín veg.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu KÍ skoraði tey bæði málini í fyrra hálvleiki. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, og Teitur Joensen er viðmerkjari.
Páll A. Klettskarð og Semir Hadzubiiic skoraðu longu í 7. og 9. minutti.