Soleiðis forrentar tú 1,2 milliard

Sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners er loyniligur. Vit hava tí biðið stjóran fyri almennu undirsjóvartunnlarnar rokna fyri okkum, hvussu ein tunnil kann fíggjast

- Eg má skunda mær at siga, at eg havi heldur ikki sæð sáttmálan millum Innlendismálaráðið og privata íleggjaran.
Uni Danielsen er stjóri fyri almennu partafeløgini, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hóast hann harvið situr inni við vitan um tunnlar, fígging og rakstur, er hann ikki tikin við uppá ráð, nú Innlendismálaráðið leggur síðstu hond á sáttmála við privata felagið Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunniln.
Sosialurin hevur biðið tunnilsstjóran, við støði í fíggingarleistinum fyri almennu tunnlarnar, um at rokna uppá tunnilin.

Almennu tunnlarnir
Landskassin hevur sett 160 milliónir og 235 milliónir krónur í ávíkavist Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Harafturat tóku tunnlarnir ávíkavist 140 og 165 milliónir krónur í láni, tilsamans 305 milliónir. Rentan av lánunum er 4,5 prosent og afturgjaldstíðin 15 ár. Her skal leggjast til merkis, at tað almenna higartil ikki hevur kravt avkast av sínum 400 milliónum krónum í eginpeningi. Tí eru tað 300 milliónir krónur, sum brúkarin skal forrenta.
Tilsamans koyra okkurt um 4000 bilar gjøgnum báðar tunnlarnar, hvønn dag í árinum. Í fjør var miðalprísurin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlarnar 69 krónur, báðar vegir. Hevur tú ein kubba, so kostar tað 55 krónur at koyra ígjøgnum tunnilin, aftur og fram.

Skálafjarðartunnilin
Ført hevur verið fram, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta 1,2 milliard krónur. Óansæð um eitt pensjónsfelag sjálvt kemur við eginfígging, so skulu hesir pengar, ið er pensjónsuppsparing hjá fólki, forrentast. Tí taka vit støði í, at øll upphæddin skal forrentast. Hinvegin er 15 ár sera stutt afturgjaldstíð, so hana tvífalda vit upp í 30 ár. Eisini seta vit avskrivingartíðina til 40 ár, og rentuna til 4,5 prosent.
Lániútreiðslurnar vera tí 54 milliónir, avskrivingar skulu gerast fyri 30 milliónir og hartil kemur rakstur og viðlíkahald fyri 20 milliónir um árið. Tilsamans 104 milliónir krónur.
Fleiri metingar hava verið frammi um, hvussu ferðslan fer at vera í Skálafjarðartunnlinum. Okkara roknistykki byggir á 3600 persónbilar og 500 stórar bilar um dagin á teininum millum Streymoynna og Eysturoynna. Men tunnilin bindir eisini Skálafjørðin saman, og har rokna vit við 1500 bilum um dagin, umframt 200 stórar bilar.
Við hesum fortreytum kemur tað at kosta 40 krónur hvønn vegin fyri persónbilar, og 160 krónur fyri stórar bilar, sum koyra millum Streymoynna og Eysturoynna. Á stutta teininum tvørtur um Skálafjørðin verður rokningin 15 krónur hvønn vegin fyri persónbilar og 60 krónur hvønn vegin fyri stórar bilar.
Hetta roknistykkið gevur tilsamans 95 milliónir krónur í inntøku um árið. Tað vil siga níggju milliónir minni enn reellu útreiðslurnar.
Tað er ikki óvanligt at kalkulera við einum ávísum vøkstri, metir Uni Danielsen, sum samstundis leggur dent á, at hesi tøl eru bara fyri gjalda hvørjum sítt.
- Harafturat kemur sjálvandi tann vinningur, sum privata felagið møguliga skal hava, sigur Uni Danielsen.

Konsoliderað feløg
Skuldin í almennu undirsjóvartunnlunum er nú komin niður á ávíkavist 17 milliónir krónur fyri Vágatunnilin og 59 milliónir krónur fyri Norðoyatunnilin. Samstundis er eginpeningurin, innskotið hjá landskassanum í báðar tunnlarnar, tilsamans 400 milliónir krónur.
Reella virðið á tunnlunum skal tó sjálvandi metast út frá, hvørjum standi tunnlarnir eru í, og hvørjar inntøkumøguleikar teir hava.
Fleiri hava víst á, at tað almenna, umvegis verandi tunnilsfeløg, átti at staðið fyri Skálafjarðartunnlinum. Uni Danielsen hevur ongar viðmerkingar til slíka konstruktión:
- Vit arbeiða út frá galdandi lóggávu fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Harafturat er tað landsstýrið, ið eigur partapeningin í tunnlunum, ljóðar diplomatiska svarið frá Una Danielsen.