Soleiðis leggur tú dagin væl til rættis

Vit øll eru ymisk og liva og fyrireika okkum eisini á ymiskan hátt. Tað kemst tó ikki undan, at fyrireika vit okkum til dagin – bæði tað stóra og tað smáa – megna vit hann betur, heldur Mona Breckmann Wescott, sálafrøðilesandi

Vit øll eru ymisk og liva og fyrireika okkum eisini á ymiskan hátt. Tað kemst tó ikki undan, at fyrireika vit okkum til dagin – bæði tað stóra og tað smáa – megna vit hann betur. Mona Breckmann Wescott, sum lesur sálarfrøði og eisini júst hevur givið út føroyska kalendaran »Ein dag í senn«, veitir her fimm ráð til, hvussu vit leggja okkum dagin til rættis á besta hátt.

1. Far upp um somu tíð hvønn morgun tíð. Gev tær sjálvum nóg nógva tíð til tín sjálvs, soleiðis at tú ikki ert ørkymlaður og í skundi. Nógv av okkum vakna og minnast ikki morgunin, tí alt er kaotiskt – serliga um man hevur børn. Við at geva sær tíð til dagin, hevur tú longu vunnið dagin, greiðir hon frá.

2. Við hesari eyka tíðini, kundi tú eitt nú tømt uppvaskimaskinuna, smurt matpakkar og enntá sett teg við einum kaffimunni, har tú fert ígjøgnum dagin í høvdinum ella við at skriva niður tað, tú ynskir at gera og náa. Hetta leggur minni trýst á teg ígjøgnum dagin og hjálpir tær at minnast tey umráðandi tingini, heldur Mona Breckmann Wescott.

3. Góðtak, at tað kann vera, at tú ikki nært alt í dag. Tað er í lagi at hava nógv á skránni og ikki náa tað. Vit eru bert menniskju og flest okkara hava sera nógv at gera ígjøgnum dagin. Við at góðtaka hetta, er ikki eins stórt trýst á okkum. Hetta kann hjálpa okkum at hava ein meira betri og positivari dag, sigur hon.

4. Fyrireika teg mentalt til, at broytingar kunnu koma fyri ígjøgnum dagin. Lívið er óútrokniligt og tilvildarligt, og tí ber tað ikki til at fyrireika seg til alt, sigur Mona Breckmann Wescott og leggur aftrat, at eru vit klár til dystin fús, har broytingar koma fyri, er dagurin vunnin av sær sjálvum.

5. Síðsta ráðið frá Monu er at fara í song um somu tíð hvørt kvøld og fyrireika næsta dagin. Hetta kann vera við at pakka taskuna, leggja klæðini klár, tendra uppvaskimaskinuna, ger kaffimaskinuna klára og gev tær nakrar minuttir at hugsa um, hvat tú skalt í morgin. Hetta kann hjálpa tær at sovna skjótari, so tú ikki liggur og vendir tær og hugsar um øll hesi tingini, ið tú aftur ikki náddi í dag, ella sum tú mást náa í morgin.