Soleiðis sær dreymabólkurin hjá Jóan Símun út

Álopsprofilurin á føroyska landsliðnum hevur bæði sín dreymabólk og sín marrubólk til Nation League lutakastið

Í morgin klokkan 11:00 verður lutakastið til UEFA Nations League kappingina, sum Føroyar í ár á fyrsta sinni fer at spæla í.

 

Les eisini: Lutakastið verður í morgin

 

Ein av teimum, sum helst skal í eldin til UEFA Nations League kappingina, er álopsprofilurin á føroyska landsliðnum, Jóan Símun Edmundsson, sum dagliga spælir fyri danska felagið, OB. Jóan Símun Edmundsson hevur bæði sín dreymabólk og sín marrubólk til lutakastið í morgin

 

Dreymabólkurin hjá Jóan Símun Edmundsson er at fáa Aserbadjan, Liktinstein og San Marino. Jóan Símun Edmundsson sigur, at dreymabólkurin er valdur útfrá tí kunningini sum hann kennir til tey trý londini, hóast hann leggur dent á, at hann kennir fáar av teimum einstaku profilunum hjá teimum londunum.

 

Marrubólkurin hjá Jóan Símun er, um Føroyar koma í bólk saman við Makedonia, Kasakstan og Kosovo. Sum heild metir Jóan Símun Edmundsson, at tann bólkurin á pappírinum sær meira torførur út, enn tann omanfyri.

 

Deildin hjá Føroyum til lutakastið sær soleiðis út. Føroyar koma at trekkja eitt land úr potti 1, eitt úr potti 3 og eitt úr potti 4.

Pot 1: Aserbadjan, Makedonia, Hvítarussland og Georgia
Pot 2: Armenia, Lettlandi, Føroyar og Luksemborg
Pot 3: Kasakstan, Moldova, Liktinstein og Malta
Pot 4: Andorra, Kosovo, San Marino og Gibraltar