Soleiðis sær tað út í Nólsoy nú

Nólsoyggin minnir ikki sørt um Hollywood í hesum døgum.

Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmssummarskúla í Nólsoy. Hesin summarskúlin hevur fingið navnið Nollywood, og í rætta Hollywood anda er eitt stórt skeltið gjørt, málað og sett upp. 

 

- Hetta skeltið er ordiligt! Bygt, málað og sett upp av fantastiskum nólsoyingum. Klippfisk skipar í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri níggjundu ferð! 12 tannáringar eru nú fluttir til Nólsoyar í 8 dagar at læra at gera film. Er hetta ikki fantastiskt, skrivar Filmsverkstovan Klippfisk á Facebook 

 

 

Hesa myndina hevur Maud Wang Hansen tikið.