Soleiðis sá út eftir drápið

- Amerikanskir myndugleikar noyðast at leggja fram øll fakta, soleiðis at atsóknin kann metast eftir altjóða lóg, siga ST-umboð. ST vil nú hava USA at leggja øll fakta á borðið um deyða Osama bin Laden. Tað skrivar tíðindatænastan Reuters. Felagsskapurin vil hava at vita, um tað var ætlanin hjá USA at taka Osama á lívi.

- Yvirgangsfólk skulu viðfarast sun onnur kriminell. Tey skulu takast, rættarsøkjast og dømast eftir lógini.

Tað siga Christof Heyns og Martin Scheinin, sum geva frágreiðing til mannarættindaráðið hjá ST.

Teir báðir siga, at tað er ógvuliga týdningarmikið at fáa at vita, um atsóknin gav møguleikar fyri at taka Osama bin Laden á lívi.

USA hevur viðgingið, at Osama bin Laden var óvápnaður, tá hann varð dripin mánanáttina.

- Amerikanskir myndugleikar noyðast at leggja fram øll fakta, soleiðis at atsóknin kann metast eftir altjóða lóg, siga ST-umboðini.

Hákommiserurin fyri mannarættindum í ST, Navi Pillay, segði týsdagin, at øll hendingin skal lýsast, og hann legði dent á, at atsóknir móti yvirgangi skulu fara fram samsvarandi altjóða lóggávu.

- Vit hava sett spurnartekin við, hvat tað ítøkiliga var sum hendi, og vit hava í løtuni fyri neyðini meiri vitan um atsóknina, segði talsmaðurin hjá Navi Pillay, Rupert Colville, á eini ráðstevnu í Geneve í dag.

Hann helt, at um tað er rætt, at Osama bin Laden ikki skeyt móti elituhermonnunum, eigur likvideringin at verða kannað nærri.

Amnesty International vil eisini hava prógv fyri, at drápið av Osama bin Laden var neyðugt.