Soleiðis skal bilurin vera skøddur í vetur

Her eru reglarnar fyri, hvørjum dekkum tað er loyvt at koyra við um veturin

Í dag er fyrsti dagurin í vetur, har tað hevur verið hált um at kalla alt landið.

Fyri at koyra um veturin er neyðugt at hava góð dekk undir bilinum. Men tað eru heilt ávís krøv galdandi fyri, hvussu bilurin skal vera skøddur.

Í hesum sambandi vísir løgreglan á, at tað bara er loyvt at brúka píkadekk frá 16. oktober til 30. apríl.
Á persónbilum, og á smærri bilum, sum viga upp til 3500 kilo, skulu øll dekk vera sama slag, og í hesum føri eru eingi undantøk.

Tað vil siga at antin skal bilurin hava fýra píkadekk, ella skal hann hava fýra vetrardekk – og tey skulu vera merkt M+S, sum merkir mud & snow.

Bilurin kann eisini hava fýra summardekk. men frá 1. december til 30. apríl er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið tað er hált. Men hevur bilurin ketur, er tað kortini loyvt at koyra við summardekkum hesa tíðina.

Tá ið tað er hált í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl, skulu vetrardekk og píkadekk hava mynstur, sum er minst tríggjar millimetrar. Tað er galdandi fyri øll akfør, bæði persónbilar, lastbilar, bussar og prutl og øll onnur akfør.

Men annars er kravið, at á persónbilum, og øðrum bilum, sum viga í mesta lagi 3500 kilo, skulu dekkini altíð hava eitt minstur, sum er minst 1,6 millimetrar, og á bilum yvir 3500 kilo, skulu dekkini hava eina mynsturdýpd upp á í minsta lagi ein millimetur.

Motorsúkklur og prutl skulu hava eina mynsturdýpd á í minsta lagi 1 millimetur.

Á lastbilum er tað einans eitt krav, at dekkini á sama aksli eru av sama slag. Tað merkir, at lastbilurin kann hava píkadekk aftan og vetrardekk framman.